Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Tann niðurlendski fótbóltsleikarin Johan Cruyff er deyður, 68 ára gamal. Tað verður sagt á hansara almennu Twitter-konto.

Cruyff var tann stóra stjørnan á tí niðurlendska landsliðnum sum leikti í 70'unum.

Hann leikti eisini fyri Ajax og Barcelona.

Sambært VG var Cruyff roykjari, og segði hann sjálvur soleiðis um tað:

– Eg havi verið bundin av tveimum her í lívinum: royking og fótbólti. Fótbólturin hevur givið mær alt, meðan roykingin tók næstan lívið frá mær.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo