Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

- Hjá Atlantic Airways er trygdin altíð í hásæti, og at fáa ferðafólkini trygt aftur og fram er okkara fremsta endamál. Men vit viðganga, at túrurin fríggjadagin var ein av teimum minni góðu. Men tað var kortini væl innanfyri tað, sum er í lagi, hóast tað kann hava kenst buldrasligt fyri ferðafólkini, sigur stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, í stuttari viðmerking til grein her á VP fyrr í dag um ein túr fríggjadagin.

Les eisini: Buldraligur flogtúrur fríggjadagin - ferðafólk sum steinrunnin 

Túrurin varð fyrst avbrotin, síðani varð bíðað og roynt einaferð afturat, so upplivilsið hjá ferðafólkunum gjørdist eitt av teimum ringu.

Men Jóhanna á Bergi leggur eina við, at ferðafólkini ikki skuldu kenna seg ótrygg.

- Umframt at okkara dugnaligu flogskiparar hava drúgvar royndir við at flúgva upp á Føroyar, so hava vit eisini fremstu tøkniligu útgerð, sum vit brúka til at máta umstøðurnar at lenda í.  Eitt teirra er ein TWI, ein Turbolens Warning Indicator, sum er á Sørvágsfirði. Tólini verða brúkt til at máta, um tað er nóg trygt at lenda, men sjálvandi kann tað viðhvørt kennast óbehagiligt, viðgongur hon.

Bæði SAS og Atlantic Airways høvdu keðiligar lendingar henda dagin. Fólk sum hava vent sær til VP, eftir at greinin um Atlantic Airways kom á, siga, at tey eygleiddu SAS, tá hann kom inn gjøgnum fjørðin, og tað sá ikki pent út.

- Hann mundi leggja seg eini 70 stig ta einu løtuna, sum ein tekur til, sum ikki vil vera nevndur.

Orsøkin til vánaligu lendingarlíkindini fríggjadagin var sjálvandi tann nógvi vindurin, og so eisini ættin. Tað bleiv ikki betri, tá hann knappliga fór úr landsynningi sunnan til beinan sunnan um tað mundið, tá flogførini settu seg.

- Men eg kann lova øllum, at vit taka trygdina í størsta álvara, og at hetta sum hendi fríggjadagin var eisini í lagi, tá ið vit tosa um trygd, sigur Jóhanna á Bergi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo