Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Skúli

Fríggjadagin 21. apríl vardi Jóhanna Martina Petersen, lækni, ph.d.ritgerð sína á Syddansk Universitet. Ritgerðin er um fyribyrging av magasársbløðing og kallast: "Prevention of ulcer-complications related to NSAID/Aspirin by using a CDSS - a Randomised clinical trial in General Practice"

Jane Møller Hansen, kliniskur lektari á Klinisk Institut, SDU, og yvirlækni á Odense Universitetshospital, hevur verið høvuðsvegleiðari. Hjávegleiðarar vóru Ove B. Schaffalitzky De Muckadell, professari á Afdeling for Medicinske Mavetarmsygdomme, og Dorte Jarbøl, kommunulækni og seniorgranskari á Forskningsenheden for Almen Praksis Odense, Syddansk Universitet.

Verkætlanin hevur verið framd í samstarvi millum Afdelingen for Medicinske mavetarmsygdomme afd. S, á Odense Universitetshospital og Forskningsenheden for Almen Praksis á Syddansk Universitet.

Í metingarnevndini vóru:

Helge Waldum, professari á Institutt for kreftforskning og molekylærmedisin, Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet

Annelli Sandbæk, professari á Institut for Folkesundhed - Almen Medicin, Aarhus Universitet

Jens Ulrik Rosholm, lektari á Klinisk Institut, Syddansk Universitet, formaður

 

Les meira um Jóhonnu Martinu Petersen í Heilagrunninum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo