Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Tjóðsavnið: Sunnudagin 2.desember eru jólaminnir, endurnýtsla, søgufrásøgn, heimagjørdar jólagávur og samvera millum ættarlið í hásæti á Tjóðsavninum. Savna tíni næru og kæru og kom til ókeypis jólahugna á Tjóðsavninum í Brekkutúni og í Hoyvíksgarði. Brúka tíni kreativu evni í jólaverkstovuni, hoyr eina stuttliga jólasøgu og droym teg burtur í nostalgisku jólaframsýningini við endurminningum og jólapráti. Spáka ein túr oman í Hoyvíksgarð og uppliva jólafriðin áðrenn facebook og blunkandi perur.

Jólaskráin í Brekkutúni kl. 14-18

  • Kl. 14-18 Serframsýningin “Nostalgisk jól - Minnist tú…?”
    (er opin hósdag og sunnudag allan desember)

  • Kl. 14-18 Finn allar klintrinissurnar og loyniliga jólaorðið, sum tær hava goymt í framsýningini. Vit draga lut um eitt gávukort til savnsbúðina

  • Kl. 14-18 Jólahugni í jólakaffistovuni við smákøkum og piparnøtum

  • Kl. 14-18 Jólasøla í savnsbúðini

  • Kl. 14.30 Jólasøgan um Herviliga Henry. Okkara nýggi fryntligi savnslærari Tórarinn fortelur skemtiligu søguna óskikkiliga Henry

  • Kl. 15-17 Kreativ jólaverkstova fyri stór og smá

  • Kl. 17.15 Theodor Dam Eli Olsen, prestur, hugleiðir um jól og advent

  • Kl. 17.45 Vinnarin av klintrinissu-kappingini verður funnin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo