At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Tónleikur

Kristiliga tíðindatænastan: Øll atgongumerkini vórðu útseld til konsertina, so fyrireikararnir vórðu noyddir at seta tvær eykakonsertir á skránna, sum vóru sunnudagin 18. desember ávíkavist kl.16.00 og kl.20.00.

TRIÐJA ÁRIÐ
Hetta er triðja árið á rað, ið konsertin verður hildin, og áhugin er vaksin fyri hvørt ár, og tað skiltist á konsertleiðarunum, at konsertin er longu sett á jólaskránna hjá Løkshøll til jólini 2017. Tá seinasta konsertin var av, sunnukvøldið kl.20:00, høvdu umleið 1.000 fólk sitið í Løkshøll og notið adventina.

Klokkan var ikki farin nógv av  átta leygarkvøldið 17. desember, tá hurðarnar inn í høllina vórðu afturlatnar, og inn á pallin trinu kapelmeistarin, tónleikarar og sangarar, sum vóru 35 í alt, og ikki at gloyma tey bæði, Randi Hansen og Ásbjørn Berthelsen, sum aftur í ár meistarliga leiddi fólkið ígjøgnum  jólakonsertina. Sangararnir settu seg í niðara borð og tónleikararnir í ovara borð, allir í hvítari skjúrtu. Kapelmeistari var Jákup Justinussen.

KONGURIN
Randi Hansen setti konsertina við at undirstrika, at temaði í ár er KONGURIN; og kongurin var bæði at hoyra og síggja í teim ymisku framførslunum. Júst av hesi orsøk hevði man valt at pallurin  varð kongaliga skrýddur. Stórveggurin aftanfyri pallin var skrýddur sum ein stór forhøll inn til eitt kongaslott við breiðari trappu, reyðum leypara, og krystallíknandi ljósakrúnum hangandi niður úr loftinum.  At tann 3-dimensionella effektin var til staðar gjørdi tað ikki verri.

Á pallinum stóð eitt stórt og búgvið borð við stólum runt borðið. Við hesum vildu fyrireikararnir siga gestunum, at í kvøld verður borðreitt við nógvum góðum kongaligum rættum, og at gestirnir skula sita væl og hugnaligt og taka til sín hvønn einasta rætt og fara mett og væl sett av konsertini.

Breiða úrvælið av sangarum og framførslum, saman við húsaorkestrinum, tryggjaði, at gestirnir fingu tað teir høvdu rindað fyri. Konsertin var í góðar tveir tímar við steðginum, sum var knappan hálvan tíma, har konsertgestirnir høvdu høvið at heilsa uppá hvønn annan við kaffi og rísdessert.

TÓNLEIKARAR
Tónleikararnir vóru eitt vakurt blómutyssi sett saman av nógvum ymiskum blómum. Konsertin byrjaði við 18 ára gomlu Toftagentuni úr Nebo, Dania Tausen, sum við síni vøkru rødd og livandi kroppsmáli legði eitt gott støði undir kvøldið.

Síðani stigu tónleikatalenturnar fram hvør eftir aðra, sum hvør í sínum lagi og við sínum sereyðkennum, leiddi okkum inn í okkara bestu jólasálmar, soleiðis, at gestirnir bæði sóu Jesusbarni og kongin – fagnaðarklappuni rungaðu frá fullsetta salinum!

Konsertin endaði við, at øll reistu seg upp og í felag sungu føroyska jólatjóðsangin GLEÐILIG JÓL.

SANGARAR:
Heðin Askham, Jan Jacobsen, Sirikit Jacobsen, Dania Tausen, Judy Andersen, Beinta Napoleonsdóttir, Lilja Jacobsen og Steffan Løkin.

BÓLKAR:
Vanja, Laila og Barbara, Tiðnað og The Gadders.

HÚSAORKESTUR
Jákup Justinussen, Dávid í Lág, Pauli Reinert Hansen, Magni Huusgaard, Høgni Klakkstein, Jens Súni Hansen, Terje Johannesen, Ólavur Olsen, Eirikur Skála og Elin Maria Dam.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo