Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Eins og undanfarin ár skipar kirkjan fyri jóla- og stuðulskonsert týskvøldið, har Vestmanna Kirkjukór, Blátt Gras, Magni Christiansen, Greta Svabo Bech, Halleluja Sofus, Vestmanna Sangkór, Vár Isaksen og Kritahvítt v/ Leu Kampmann, Birita Dam og Anna Sofía Jørgensen luttaka.

Á skránni er nýtt og gott gamalt, jólasangir og jólasálmar.

Konsertin er ókeypis, men fólk kunnu lata pening í krukkur, sum standa í forkirkjuni. Alt, sum inn kemur, fer óskert til Barnabata “Í menniskjum góður tokki”.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Vestmanna kirkja

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo