Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Framsýningar

Framsýningin “Jól í Havn – ein ferð gjøgnum tíðina” hjá Tórshavnar býarsavni læt upp sunnudagin 2. desember. Undirtøkan hevur verið sera góð, og fleiri enn 1000 fólk hava longu vitjað framsýningina, sum er í Auluni í Finsen.

Framsýningin snýr seg um, hvussu jólini, sum vit kenna tey í dag við jólatræi, jólagávum og jólamanninum hava ment seg gjøgnum tíðina í okkara høvuðsstaði.

Framsýningin er bygd upp við fýra stovum úr ymsum tíðarskeiðum, handilsvindeygum og savni av glaskúlum. Adventsvikuskiftini eru ókeypis verkstovur fyri børn, har til ber at gera heimagjørt jólapynt.

Framsýningin er opin hvønn dag kl. 14 – 17 til 23. desember og aftur 29. og 30. desember. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo