Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vágatíðindi

Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað 25. november 2016 sum niðanfyri tilskilað:

Í Gásadali   25. november kl. 17.00

Í Bø  25. november  kl. 18.00

Í Sørvági  25. november   kl. 19.00

Í Gásadali talar  Marjun í Kálvalíð, prestur,  og Sørvágs Tónleikarfelag luttekur.

Í Bø talar Marjun í Kálvalíð,  prestur,  og Sørvágs Tónleikarfelag og Barnakórið í Bø luttaka.

Í Gásadali og Bø verður  drekkamuður  í ávikavist skúlanum í Gásadali og skúlanum í Bø.

Í Sørvági verður jólatræshaldið á Stakka.

Marjun í Kálvalíð,  prestur,  talar og Sørvágs Tónleikarfelag spælir.

Aftan á verður farið í 07 Vestur húsið, har vit fáa gløgg, eplaskivur og pylsur.

Jólamenninir vitja í øllum bygdunum.

Ætlanin er at borgarar í Sørvágs kommunu fáa seinastu bókina í bókaverkinum Sørvágs kommuna, sum Sonni Jacobsen fer at signera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo