Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Tiltøk

Sunnudagin skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga jólahugnanum í Viðarlundini í Havn, sum hesaferð skal hjálpa Barnabata at hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljum um jólini

Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn, sum verður seinnapartin frá klokkan 14 til 16.30. Hetta er tiltak, Lions Club hevur skipað fyri í áravís og sum fyri mong er byrjanin upp á jólastákanina.

Sum altíð, er endamálið fyrst og fremst at fáa til vega pengar til eitt vælgerðarendamál, og í ár fer allur ágóðin til Barnabata, sum ger eitt stórt arbeiði fyri at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum um jólini.

Vónandi kann jólahugnin hjá Lions gera mun, eins og mong av hinum tiltøkunum, ið verða fyriskipað hesa tíðina, so pengarnir kunnu hjálpa barnafamiljum, ið ikki hava tað lætt fíggjarliga.

Ljós og jólahugni
Hugnaligu løtuna sunnudagin, sum er í hálvantriðja tíma, ber til at hjálpa Lions at hjálpa, tí har fáast jóladekoratiónir og annað at pynta við, umframt at kakao, mandarinir, sunkist og annað gott fæst til keyps.

Ljós og jólahugni seta sín dám á løtuna, tí Viðarlundin og áin verða pyntað við ljósketum og øðrum. Eisini kemur Havnar Hornorkestur at spæla góðan jólatónleik, og jólamenninir koma við onkrum góðum til bæði stór og serliga smá.

Sum sagt, fer allur ágóðin av tiltakinum til Barnabata, so umframt at njóta góðu løtuna og hugnan í Viðarlundini sunnudagin, ber til at lata eitt oyra til góða endamálið, Lions stuðlar hesaferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo