Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Fríggjakvøldið 21. desembur kl.20:00 verður jólakonsert á Soli Deo Gloria, sum heldur til á Klaksvíksvegi 56 í Klaksvík.

Dugnaligir tónleikarar her undir Heðin Askham, Maria á Lakjuni, Olvheðin Jacobsen, Kirstin og Bodil Olsen, og Katarina Petersen koma at framføra tríggir sangir hvør hetta kvøldið.

Í steðginum verður bjóðað kaffi og smákøkur. Konsertin leggur upp til hugna og jólafrið og er serliga ætlað vaksnum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Konsertin er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo