Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Aftur í ár fara jólamenninir at tendra jólatræið á Vaglinum.

Jólatræið kemur úr Reykjavík, og tað er sjálvur borgarstjórin, Dagur B. Eggertersson, sum hevur felt træið.

Og vældámdi borgarstjórin í Reykjavík verður eisini á Vaglinum, tá ið íslendska gávan til havnarborgarar verður tendrað.

Havnar Hornorkestur fer at spæla nøkur løg, og so verða eisini røður á skránni.

Í ár verður jólatræið tendrað leygardagin 26. november klokkan 15:30.

Mynd: Tordis á Rógvi 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo