Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Í morgin, leygardagin 15. desember klokkan 15, leggur jólaskipið at undir Bryggjubakka.

Tað er Thorshavn, sum kemur við jólamonnunum, ið gleða seg at síggja øll børnini taka ímóti í hugnaliga umhvørvinum undir Bryggjubakka og í Vágsbotni.

GHM spælir jólatónleik, og jólamenn ganga í býnum.

Somuleiðis verður stórt barnatiltak við Julius og Rógva í Amtmansgarðinum kl. 15.45. Umframt gykl og jólahugna, verða eisini holukøkur og kakao at fáa.

Bæði tiltøkini eru ókeypis!

Handlar í miðbýnum og í SMS hava opið til kl. 20 í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo