Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Jólatræið á Vaglinum verður tendrað 26. november kl 15.30. Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað, skráin verður lýst seinni.

Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 3. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri. Hetta fara vit eisini at hoyra meira um sum frálíður.

Leygardagin 10. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.

Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður sunnudagin 18. desember.

Aftrat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum. Somuleiðis vera sølubásar í Tinghúsgarðinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo