Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Klaksvíkar Kommuna: Jólatræið, ið varð avlýst vegna veður seinasta vikuskifti, verður tendrað í morgin leygardagin 15. desember kl. 16.00.

Tað verður Regin Olsen, maskinmeistara, ið heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestrur spælir – Við í ferðini er eisini sendistøðin, Starabúrið, sum m.a. Victor Dánjalsson og Johnny Olsen standa fyri. Til ber at hoyra frá løtuni á www.stream.fo ella á FM 98,7, sum tó bert hoyrist í Klaksvík.

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo