Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Nes kommuna: Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 26. november kl. 16.00, og verður tað Kári á Torkilsheyggi, sum kemur at halda taluna og tendra jólatrøini.

Nes sóknar hornorkestur luttekur og jólamenn koma á vitjan.

Aftaná, at jólatrøini eru tendrað, bjóðar Nes kommuna til kakao og bollar í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni.

Eins og 3 tey seinasta árini, skipar Nes kommuna fyri jólakonsert í sambandi við, at jólatrøini verða tendrað. Hesar konsertirnar hava verið sera vælumtóktar og kommunan vónar, at tað eisini í ár koma nógv fólk á konsert. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Jólakonsertin verður í Fríðrikskirkjuni kl. 17.30. Talan verður um lokala luttøku, hesi koma at luttaka:

Hallgerð Brim, Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, Taborkórið, Nebokórið og Undirhúskórið. Eisini er felagssangur á skránni.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo