Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Tjóðveldi: Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað Jón Kragesteen sum valevni til komandi løgtingsval.

- Vit mugu skipa okkara samfelag væl burðardyggari, enn vit gera í dag, sigur Jón Kragesteen.

- Tá ið eg fyri stuttum varð spurdur, um eg vildi stilla upp fyri Tjóðveldi, tók eg av beinanvegin. Eg havi altíð verið tjóðveldisfólk og sannførdur um, at tað ber ikki til at stýra einum samfelag, uttan at hava fult ræði og fulla ábyrgd. Eg vil tí arbeiða fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð, har ágóðarnir verða javnt býttir og øll hava somu møguleikar at liva eitt gott lív, sigur Jón Kragesteen.

Hann vísir á, at størsta avbjóðingin fyri framman eru veðurlagsbroytingarnar.

- Vit mugu gera okkara at forða teimum, millum annað við at seta nógv meira ferð á at skifta frá olju til varandi orku. Eisini mugu vit skipa okkara samfelag væl burðardyggari, enn vit gera í dag. Sum er, innflyta vit tað mesta, sum vit eta - og tað kemur úr øllum heimsins heraðshornum. Ein máti at bøta um støðuna er, at vit fara at skapa umstøður fyri at nógv størri partur av tí, sum vit skulu eta, verður framleiddur her hjá okkum, sigur Jón Kragesteen.

Jón er 59 ára gamal og er varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Afturat læraraútbúgvingini hevur Jón útbúgvingina Diplom í leiðslu og West Nordic Studies, sum er samfelagsfrøðiligt masterprógv í leiðslu og burðardyggari fyrisiting.

Umframt lærarastarvið var Jón í rúma tíð leiðari í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har eitt tað størsta málið var at fáa Null hugsjónina inn í ferðslulógina og at fáa Ferðslutrygdarætlanina 2007-2015 til veruleika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo