Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Vestmannadagar eru hesa vikuna.

Alla vikuna hevur kommunan havt eina langa skrá við tónleiki, framsýningum, fyrilestrum, túrum í bygdini og nógvum øðrum forvitnisligum á skránni. Í morgun bjóðaði kommunan øllum borgarum og øðrum til morgunmatar í høllini og í kvøld verður boðið til ókeypis døgurða. Tað eru alarar, reiðarar og vinnufyritøkur við tilknýti til bygdina sum sponsorera.

Eitt afturvendandi tiltak er at velja út ársins vestmenning. Í ár bleiv Jónfinn Egilsnes valdur fyri sítt áhaldandi arbeiði fyri bygdina, ikki minst VÍF og bátastevnuna, sum hann hevur verið við til at fyriskipa hvørt ár síðani hon byrjaði.

Jónfinn siglur úti, og var tí ikki til staðar sjálvur at taka ímóti heiðrinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo