Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

- Mamma mín hevur Alzheimers, mamma mín er einans 71 ára gomul, í september mánað hevur hon longu búð fast á Sambýlinum á Heygnum í 3 ár. Mamma var 62 ára gomul tá ið hon fekk staðfest sjúkuna, men eingin ivi er í, at hon nógv ár frammanundan vísti tekin um at okkurt var áfatt.

- Eg eri sjálvur júst vorðin 50 ára gamal, og hugsi eg nógv um hesa ræðulig sjúku. Okkara familja hevur verið sera hart rakt av hesari sjúku, so tað kanska ikki so løgi at eg javnan hugsi, hvat nú um eg fái Alzheimer.

Soleiðis skeivar Jonhard Larsen á síni heimasíðu.

Nú ætlar hann at renna úr Klaksvík til Havnar, og hann vónar, at fólk vilja stuðla við eini upphædd fyri hvønn kilometur, sum hann rennur.

Tað eru 77 kilometrar, so tað er ikki nøkur lítil uppgáva, sum Jonhard hevur tikið uppá seg.

Men, sum hann sjálvur sigur, tað eru vit frísku sum kunna gera mun.

- Og eg vil fegin gera mun.

Tú kanst lesa meira um Jonhard og hansara ætlanir her

Tú kanst stuðla renningini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo