Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Hetta vóru gleðilig tíðini. Síðani eg setti meg í samband við Óla Nattestad fyri góðari viku síðani, havi eg verið vónríkur, tí áhugi og vilji at gera mun var tilstaðar beinanvegin.

Virkið í Skopun hevur fingið nýggjan eigara, ið vil gera íløgur og dagføra virkið, so framleiðslan og kappingaførið batnar.

Nú kann fólkið aftur fara til arbeiðis. Sum nógv størsta arbeiðspláss á Sandoynni er týdningurin av, at virkið aftur opnar, ovurhonds stórur.

At nýggju eigararnir í Skopun fara undir virksemið við góðum treysti er alla æru vert.

Takk fyri tað. 

Okkara uppgáva sum politikarar er nú at seta karmarnar, so tykkum ikki verða lagdir óneyðugir fótonglar í vegin.

Tað gera vit við at endurskoða og styrkja tær skipanir, vit hava ment. 

Hjartaliga til lukku, góða eydnu og blíðan byr.

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo