Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Frá vinstru: Phillip J. Bartell, Julia í Kálvalíð, Johanna Pyykkö og Gabe Van Amburgh (Mynd: Martin Hammar)

Føroyski filmsleikstjórin Julia í Kálvalíð hevur júst luttikið í kappingini Pitching Forum á Norwegian Short Film Festival í Grimstad.

80 filmsverkætlanir søktu um luttøku, og 10 verkætlanir vórðu útvaldar til kappingina.

Dómsnevndin varð so bergtikin av hugskotinum, søguni og framløguni hjá Juliu í Kálvalíð, at tey valdu at geva henni serligan heiður. Bert ein vinnari var í kappingini, so hetta kann roknast sum eitt flott 2. pláss ímillum tær 80 filmsverkætlanirnar.Í dómsnevndini vóru m.a. leikstjórin av amerikonsku útgávuni av ungdómsrøðini SKAM og umboð frá heimskenda filmsfestivalinum SXSW.

Tað er netverkið Screen Talent Europe, sum Klippfisk er partur av, sum skipaði fyri kappingini Pitching Forum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo