Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Tveir bretar, sum ætlaðu at rógva úr Íslandi til Føroya í kajak, og sum VP skrivaði um sunnudagin, góvust við royndunum í gjár, eftir at teir vóru komnir út á opið hav.

- Eftir tilráðing frá íslendsku sjóverjuni og einum fiskibáti gjørdu vit í síðstu løtu av at venda aftur til lands. Fiskibáturin tekur okkum við inn, skriva teir báðir í einum boðum á netstaðnum, har til ber at fylgja við.

Talan er um navnframa ævintýraran Olly Hicks, sum sjálvur annar er við í tiltakinum sum teir kalla Greenland to Scotland Challenge, har teir fyribils hava megnað teinin úr Grønlandi til Íslands.

Teir løgdu til brots úr Neskaupsstaði leygardagin og væntaðu at brúka einar 5-6 dagar til at rógva til Føroya, men vórðu altso bjargaðir og sigldir inn til Breidalsvik í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo