List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Nú fáa kaldbaksfólk nýggja flotbrýr. Pressarin fór fyrrapartin av Havnini, og við sær hevði hann nýggju flotbrýrnar, sum verða festar í Kaldbaksbotni seinnapartin. Áðrenn flotbrýrnar vórðu sleipaðar uppá pláss, vórðu tær um middagsleitið settar saman á Sundi.

Umstøðurnar verða nógv betri við nýggju og væl tyngru bátabrúnni.

Tað er sera vindhart í Kaldbaksbotni, og tí hava umstøðurnar hjá bátaeigarunum verið ótíðarhóskandi, tí gomlu bátabrýrnar hava ikki vart bátarnar nóg væl.

Fleiri bátar liggja í dag í Kaldbaksbotni, men umstøðurnar at liggja har eru ringar, serliga um veturin. Tað er komið fyri, at bátar hava fingið skaða í nógvum vindi og høgari aldu.

- Nýggja bátabrúgvin verður sett upp sum ein vindverja til verandi bátar. Seinni fer at bera til at seta armar á bátabrúnna soleiðis, at fleiri bátar kunnu liggja í Kaldbalsbotni, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.

Bátabrýrnar, sum kaldbaksfólk nú fáa, er breiðari og tyngri enn vanligar bátabrýr, og tí verður kyrrari inni í hylinum.

Nýggju flotbrýrnar kosta 1,5 mió. kr.

Fleiri myndir eru á Facebook hjá Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo