Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, angrar í dag munderingina hann bar til eitt ball á skúlanum har hann var lærari í 2001. Temaið var "arábiskar nætur" og hann hevði millum annað málað andlitið brúnt.

Men tað kemur honum nú aftur um brekku, tí tað verður uppfatað sum gjøldur og rasisma, og Justin Trudeau hevur eisini í CNN biðið um umbering fyri síni vánaligu dømievni tá.

Val verður í Kanada í oktober og forsætisráðharrin stendur seg onki serliga væl, millum annað av gomlum syndum sum hesi. Andstøðuleiðarin Andreew Scheer hevur millum annað sagt, at Justin Trudeau hevur so vánalig dømievni, at hann ikki er egnaður at leiða landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo