Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Hópdrápsmenn, sociopatar, sadistar og onnur moralskt órógvað fólk hava lyndi til at gerast ateistar heldur enn at trúgva á ein gud.

Tað halda flestu fólk í heiminum sambært eini heldur óvanligari spurnarkanning, har fleiri enn 3000 fólk í 13 ymiskum londum eru spurd.

Spurnarkanningin, sum júst nú er almannakunngjørd í amerikanska tíðarritinum Nature Human Behaviour, er skapt av 13 altjóða granskarum, og hon umfatar bæði sekuler lond sum Avstralia og Niðurlond og djúpt religiøs lond sum Sameindu Arabisku Emiratini og India.

Sambært granskarunum vísur spurnarkanningin, at religiøs trúgv - antin talan er um kristindón, buddismu ella islam – allastaðni í heiminum verður mett sum ein týðandi verndargarður móti ”amoralskum freistingum”.

- Ateistar verða av teimum flestu mettir sum potentielt moralskt siðspiltir og vandamiklir, er niðurstøðan hjá trettan granskarum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo