Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Tiltøk

- Í fiskivinnuni fáa nøvn sum Anita og Lafayette okkum at hugsa um reiðarí, sum leggja sektin á sáttmálar

13 fakfeløg hava tikið stig til at gera eina kanning, sum lýsir í hvønn mun lønardumping og óskipað viðurskifti eru ein trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Vit kenna tær øll. Søgurnar um lønardumping og óskipaða arbeiðsmarknaðin.

Tú møtti honum kanska eina náttina á veg heim. Útbúnað handverkaranum úr eysturevropa, sum grátkomin greiddi frá strævnum 12 tíma arbeiðsdøgum. Við lítlari ella ongari eykasamsýning fyri úrtíð, og eini tímaløn langt undir henni hjá einum føroyskum handverkara.

Ella tak ferðavinnuna. Hotell og matstovur, har tíðindi ganga um Michelin-stjørnur og virðislønir og boðað verður frá hundraðtals nýggjum arbeiðsplássum komandi árini. Vit eru glað og stolt, ja, men tað hoyrist okkurt graml. Um kokkar, tænarar og vaskikonur, har tað als ikki altíð er nøkur sjálvfylgja, at arbeiðsgevarin heldur sáttmálan ella feriulógina, og har mannarætturin at skipa seg í fakfelag kann fáa avleiðingar. Sum mamman hjá eini gentu, ið starvast á eini matstovu í Havn, segði á Facebook: Fer eitt starvsfólk í eitt fakfelag, so verða vaktirnar kubbaðar niður (...)

Í fiskivinnuni fáa nøvn sum Anita og Lafayette okkum at hugsa um reiðarí, sum leggja sektin á sáttmálar. Og lýsingarnar frá manningarfeløgunum um mynstringarbann minna á, at tað eru sáttmálaviðurskifti, sum ikki eru í lagi.

Úr flutningvinnuni hoyrast søgur um kvinnur og menn, sum fáa ólíka løn fyri at koyra lastbil, og um útlendingar, sum arbeiða 16 tímar út í eitt og sova í lastbilinum um náttina.

Soleiðis kundu vit hildið áfram. Men hetta eru í stóran mun søgur og gitingar.

Søgurnar kunnu vera meira og minni sannar. Tær geva okkum tó eina ábending um, at vit í Føroyum kunnu hava nakrar av somu trupulleikunum við óskipaðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum, sum vit ofta frætta um úr øðrum londum.

Sum umboð fyri útvið 14.000 limir, arbeiðstakarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, kenna vit 13 fakfeløg tað, sum okkara felags ábyrgd at eftirkanna, um søgurnar og uppáhaldini hava nakað hald í veruleikanum. Tí hava fakfeløgini tikið lógvatak og sett sær fyri at fáa kannað, í hvønn mun lønardumping og óskipað viðurskifti eru ein trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Høvuðsendamálið var at savna vitanina, sum feløgini hvør í sínum lagi liggja inni við og eftirkanna søgurnar. Skjalprógva støðuna. Vit vilja vita hvat, ið vendir upp og hvat, ið vendir niður. Heldur enn gita.

Talan er um eina skjóta kanning, har eitt kanningarfólk hevur arbeitt í fýra mánaðir, við bæði at kanna og skriva frágreiðingina. Av praktiskum orsøkum hevur kanningin verið avmarkað til útvald økir, og er valið fallið á tvey økir við serligum avbjóðingum, nevniliga ta skjótt vaksandi hotel- og matstovuvinnuna og um útlendingar í byggivinnuni. Tað er Liljan Weihe, fjølmiðlafólk og samfelagsfrøðingur, sum hevur gjørt kanningina fyri feløgini.

Vit halda, at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum sum heild eru góð. Kanningin vísir tó, at tað eru undantøk, at tað eru viðurskifti, sum ikki eru nøktandi, og har nakað má gerast. Kanningin leggur seg eftir at avdúka mynstur, sum vísa afturvendandi og meira generellar trupulleikar. Heldur enn einstakar hendingar, sum kunnu koma fyri, og sum ikki siga so nógv um støðuna sum heild.

Henda kanningin varpar ljós á øki, sum higartil í stóran mun hevur ligið í myrkri. Vit fáa vent nøkrum steinum fyri at vita, hvat goymir seg inni undir. Øllum steinum fáa vit ikki vent í senn, men er tað okkara vón, at kanningin kann verða byrjanin til, at vit framhaldandi fara at eftirkanna og varpa ljós á trupulleikar við lønardumping og óskipaðum viðurskiftum. Soleiðis at vit áhaldandi fara at umrøða og kjakast um trupulleikarnar alment  – og í felagsskapi royna at loysa trupulleikarnar.

Tað er okkara vón, at vit sum fakfeløg við hesi kanningini fáa eitt betri útgangsstøði at viðgera og loysa teir trupulleikar, sum kunnu vera av lønardumping og óskipaðum viðurskiftum. Hetta er okkara felags ábyrgd sum fakfeløg. Men eisini so at tað verður lættari at finna loysnir saman við politisku skipanini og arbeiðsgevarunum.

Nú eru tað rættiliga nógv ár síðani, at føroysk fakfeløg seinast lótu gera livikorskanningar og aðrar kanningar av løntakaraviðurskiftunum. Tí er tað gleðiligt, at feløgini hava tikið hetta stigið. Tað skal vera okkara vón, at vit við hesum góða samstarvi fara at gera fleiri kanningar í framtíðini, sum kunnu verða við til at lýsa umstøðurnar hjá løntakarunum í Føroyum. Øllum arbeiðstakarum at gagni.

Vælkomin til framløguna frá Liljuni Weihe í Smæruni, mánadagin 5. aug. Kl.10.00.

Fakfelagssamstarvið                                    Føroya Handverkarafelag

Starvsmannafelagið                                     Havnar Handverkarafelag

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar     Havnar Arbeiðarafelag

Føroya Pedagogfelag                                  Føroya Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag                        Heilsuhjálparafelag Føroya

Akademikarafelag Føroya                          Heilsurøktarafelag Føroya

Føroya Lærarafelag                                     Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo