Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Alt málið um innkomuvegir í sambandi við Eysturoyartunnilin hevur fingið eina margháttliga snaring. 

Nú tykist tað, sum eystari armur á Skálafjørðinum er vorðin ein stór forðing fyri verkætlanini. 

Tað tykist, sum ætlanin ongantíð hevur verið at knýta sunnara part av Eysturoynni í høvuðsstaðarøkið, men at skipa eina beinleiðis farleið gjøgnum óbygt øki úr Havn, eystur um Gøtueiði og til Klaksvíkar/Norðoyggjar. Tað kemur ongum til hugs, at onkur møguliga bara ætlar sær úr Havn og inn á Skálafjørðin. Ella av Skálafjørðinum til Havnar.

Nei, nú er ein tunnil úr Gøtudali og inn Millum Fjarða knappliga nærum ein fortreyt fyri, at Eysturoyartunnilin yvirhøvur skal spreingjast ígjøgnum. Bygda økið á eystara armi á Skálafjørðinum er í so máta bara ein keðilig barriera, sum øll ferðsla fyri Guds skyld má leiðast uttanum.

Vil bara stillisliga minna á, at orsøkin til, at verkætlanin við Eysturoyartunlinum yvirhøvur kom í stropa, var eitt privat initiativ á eystara armi á Skálafjørðinum, hvørs einasta endamál var at knýta økið Rúnavík-Toftir í høvuðsstaðin.

Loyvi mær eisini stillisliga at vænta, at størri helmingurin av ferðsluni í Eysturoyartunlinum nettupp verður ímillum økið Runavík-Toftir og Havnina. 

Tí verður ein innkomuvegur í Runavík eisini alneyðugur, sama um tunnilin til Gøtudals verður gjørdur – og hann skal eisini gerast einaferð. Um innkomuvegirnar havi eg fleiri ferðir gjørt mína støðu greiða á tingi: Einsháttaðar støður skulu hava somu viðferð, og tað merkir, at skal landið borga fyri innkomuvegi í einum tunnilsenda, so má tað sama vera galdandi í hinum endanum.

Ingolf S. Olsen
Løgtingsmaður, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo