Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Vanliga eru stórsteypadystirnir í hondbólti sunnudag, men av tí at landsdystur í fótbólti er tann dagin millum Spania og Føroyar, eru dystirnir um Lionsbikørini hjá bæði kvinnum og monnum í Hoyvíkshøllini leygardagin 7. september.

Hjá kvinnunum verður dysturin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF, ið royndust best av øllum, men tó við Kyndli sum greipuvinnara. Kyndil vann á VÍF í steypafinaluni og vann eisini á VÍF í tveimum av trimum finalum um føroyameistaheitið. Spennandi verður at síggja, hvussu væl fyri kvinnurnar hjá siðvandu feløgunum eru undan komandi kappingini.

Mansdysturin verður klokkan 18 millum H71 og Neistan, ið vunnu hvør sína kapping – H71 vann føroyameistaraheitið og Neistin steypafinaluna. Í FM-finalunum møttust júst hesi bæði feløgini, men H71 var drúgvari og vann tveir av trimum dystum, og í steypafinaluni vann Neistin á grannunum úr Kyndli.

Lesi- og skriviveik ágóðan
Sum vanligt, er tað Lions Club í Føroyum, ið skipar fyri dystunum í samstarvi við Hondbóltssambandið. Arbeiðsbýtið er skipað soleiðis, at Hondbóltssambandið tekur sær av tí, sum hevur við sjálvan dystin at gera, og so tekur Lions Club Tórshavn sær av tí, sum er rundanum, so sum innkrevjing og annað.

Í ár hevur Lions Club gjørt av, at tað verður Felagið fyri lesi- og skriviveik, ið fær ágóðan av dystunum um Lionsbikørini, umframt ágóðan av stórsteypadystunum í fótbólti, sum verða í vár. Tað vil siga, at allur ágóðin frá teimum tilsamans fýra dystunum verður lagdur saman og handaður, tá ið allir dystirnir eru spældir. Upp á tann mátan fæst eisini ein munagóð upphædd, ið kann dugna felagnum betur.

Reglurnar fyri Lionsbikarið eru tær, at spælt verður um tað í tíggju ár, og so fær tað felagið, ið hevur vunnið oftast, bikarið til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi tíggu árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo