Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Bíðað hevur verið við stórum spenningi, eftir at tilboðini í samband við útbjóðing av vindmyllulundunum á Eiði og Hoyvíkshaga skuldu verða latin upp, eftir at freistin fyri at lata inn tilboð var útrunnin.

Tey trý feløgini, sum sýndu áhuga fyri at luttaka í verkætlanini, vóru sum væntað SEV, Magn og Vindrøkt.

Eitt sindur óvart vóru prísirnir væl lægri fyri kwt. enn t.d. fyri vindmyllu-lundina í Húshaga, sum var reist nøkur ár herfyri. Príslækkingin kemst ivaleyst av, at talan er um størri eindir, umframt teknisk framstig á økinum seinastu árini.

SEV hevði lægsta prísin fyri vindmyllulundina á Eiði ella 0,239 kr. pr. kwt, Magn lá næst við 0,262 kr. pr. kwt.

Í miðstaðarøkinum hevði SEV eisini lægsta boð við 0,203 kr. pr. kwt. á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum.

Næst var SEV við einum boð uppá 0,213 kr. pr. kWt, og triðbest var Magn við 0,231 kr. pr. kwt., meðan Vindrøkt var hægst við 0,284 pr. kwt.

Hesi tøl siga kanska fólki ikki so nógv. Men verður hetta umroknað til eina árliga framleiðslu í miðstaðarøkinum uppá 60 GWt, so merkir hetta fyri hvørt 1 oyra í tilboðnum ein eykakostnað uppá 0,6 mió. kr. pr. ár

Prísmunurin millum SEV og Vindrøkt á Gellingarkletti 0,6 mió. kr. x 8,4 x 20 = 100,8 mió. kr. í samlaðum prísmuni yvir øll 20 árini, sum loyvistíðarskeiðið er ásett at verða.

Hetta merkir í stuttum, at vanligi føroyski brúkarin skuldi goldið heilar 100 mió. kr.  eyka í elgjøldum yvir eitt 20 ára skeið um Vindrøkt, - við síni ekslusiv-avtalu við Sigert Patursson um vindmyllulundina á Gellingarkeltti, - ikki hevði havt nakran at kappast við í samband við útboðið.

Hetta sigur ikki smávegis um hvussu skaðiligt sokallaða privata initiativið kundi verið fyri meiniga brúkaran, um so var, at tað hevði eydnast at monopoliserað staðsetingarnar kring landið, - eins og á Gellingarkletti - soleiðis at frælsa atgongdin og grundleggjandi kappingartreytirnar vóru skúgvaðar til viks.    

Annað dømi um hvussu reel kapping tryggjar brúkaranum bíligan streym er útboðið av vindmyllulundini í Húsahaga. Har vóru bert tvey tilboð, eitt frá SEV, og hitt frá einum privatum veitara. Boðið frá SEV gav her eina samlaða sparing uppá 37 mió. kr. yvir 15 ár, - sum heldur ikki var smávegis.

Orkumyndugleikin í eini lyklastøðu

Orkumyndugleikin, sum hevur valt ikki at taka atfinningarnar um vantandi atgongd og frælsa kapping uppá vindmyllulundina á Gellingarkletti til eftirtektar, men ístaðin valt at bjóða hesa út, tí teir so løgi tað ljóðar, meta, - at umstøðurnar tala fyri tí – hvørjar tær so eru - ? Hesin sami myndugleiki skal nú taka støðu til innkomnu tilboðini.

Tað er so bert at vóna, at óviðkomandi atlit ikki fara at ávirka støðutakanina, við tí úrsliti, at føroyski elbrúkarin gerst tapari, og harvið skal rinda munandi dýrari streym enn neyðugt.

Eyðsæð er, at tann sum ikki klárar seg í eini vanligari opnari og gjøgnum-skygdari kapping, má taka til ótraditionel stig, so sum at gera undirhonds-avtalur og skapa blokeringar, fyri á tann hátt at seta seg í eina serstøðu, sum so ger, at teirra sokallaði yvirprísur onkusvegna kann verða trýstur ígjøgnum skipanina.    

Hinvegin at tað uppgávan hjá myndugleikanum at syrgja fyri, at slík manipulatión og maktmisbrúk ikki skapar serstøður og fyrimunir, soleiðis at vanliga kapping harvið verður avskeplað til stóran bága fyri samfelag og borgarar.

So borgarin setur nú sítt álit til myndugleikarnar, soleiðis at tað ikki einans verða peningalig spekulatiónsáhugamál, sum fara at avgerða hvussu grøna umleggingin av samfelagnum skal fara fram.


Ivasom ráðgeving frá oljufeløgunum?
Politikararnir eru nú komnir inn á vøllin við teirra hugskotum um hvussu ferð skal setast á grønu orkuframleiðsluna.

Í nýggja samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin stendur, at grøna tilgongdin skal skipast í samráð millum land, kommunur og vinnu. Leggi merki til hetta síðsta – her stendur vinnan – Hvør er so vinnan? Er tað eisini SEV? SEV er í øllum førum ein vinnufyritøka, men almenn, tvs. kommunal.

Er tað privata vinnan, sum tað meinast við, so er hon í løtuni reelt avmarkað til bæði stóru duopolini í føroyskari svartari orku Magn og Effo, sum longu frammanundan vinna hópin av peningi frá føroyska oljubrúkaranum - við innanhýsis avtalaðum føstum prísum – samanlagt ikki minni enn 343 mió. kr. í vinningsbýti seinastu 10 árini samb. Sosialin, - harav so helvtin er farin til Ìslands.

Víðari stendur í hesum góða samgonguskjali, at nú skal grøna tilgongdin samskipast í einari orkuráðgevandi nevnd, har hesir tríggir partar – land og kommunur, sum saman við – SEV ella Magn & Effo/Vindrøkt??? – skulu koma við sínum tilmælum um, hvussu vit fáa einar grønari Føroyar.

Her má líka steðgast á! Hvussu í allari víðu verð kann eitt felag, sum bert hevur eittans endamál og tað er at fáa mest møguligan profit við at selja mest møguliga olju – samstundis koma við vælmeintum og reellum tilmælum um einar grønari Føroyar, sum bara minkar um lukrativu forrætningina og harvið ovurstóra vinningsbýtið? Her er ein greið andsøgn - og spurningurin er væl saktans viðkomandi, tá hugsað verður um habilitet og óvilduga ráðgeving!

Ferð á grøna orkuframleiðslu

Samb. nýggju samgonguni skal munandi meira ferð settast á framleiðsluna av grønari orku og fyri at røkka hesum máli verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni.

Hvussu skal so hetta verða gjørt.

Jú, samgongan hevur eitt svar, og tað er stutt og greitt at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum. Sambært samgonguskjalinum skal á henda hátt fult gjøgnumskygni fáast í kostnaðinum av netpartinum.

Og hvat skal so tað brúkast til?

Sambært samgonguskjalinum so er eitt greitt svar uppá henda spurning eisini. Nú skal nevniliga fult gjøgnumskygni verða grundarlag undir, at privatar fyritøkur nú skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja.

So kann man spyrja - hava privatar fyritøkur ikki longu møguleika fyri at bjóða seg fram? Hvat verður annaðleiðis og betri um elnetið verður skilt frá SEV? Elnetið virkar fyrimyndarligt undir SEV! Er so nøkur grund til at broyta nakað, sum frammanundan virkar væl?

Her krevst í hvussu er ein meira nágreinulig dokumentatión um teir sonevndu eyðsýndu fyrimunirnar við eini fráskiljing av elnetinum, so hesar privatu fyritøkur eftir øllum at døma betur enn nú, skulu kunna leiga og framleiða seg inn á elnetið.

Vit skulu eisini hava í huga, at bæði elnet og framleiðsla eru vitalar kjarnufunktiónir í einum samfelag, sum av trygdarorsøkum so avgjørt ikki uttan víðari kunnu latast tilvildarligum privatum kapitaláhugamálum at umsita, við tí óvissu og manglandi samfelagsatlitum, sum hetta nú einaferð inniber.   

Er privatisering av elnetinum framtíðin?
Herfyri var ein sera áhugaverd grein um henda rættuliga principiella spurning í Jyllandspostinum skrivað av tveimum serfrøðingum,  Kasper Fogh politikk- og samskiftisleiðara og Frederik Lasserre, greinara á granskingarstovninum Cevea.

Greinin umrøður ætlaðu søluna hjá almenna felagnum Ørsted av sokallaða RADIUS ella netpartinum, sum stendur fyri útbreiðsluni av elveitinginum í høvuðstaðarøkinum, tvs. kring Keypmannahavn.  

Hesir serfrøðingar byrja greiningina við at seta tann avgerðandi spurningin um hvør skal eiga eina potentielt sæð lukrativa monopolforrætning, som deils syrgir fyri elveitingini til ein frammanundan fastlæstan kundaskara við einum grundleggjandi og alneyðugum tørvi, deils er partur av samfelagstýðandi undirstøðikervinum?

Útlitini fyri langtíðar stabilum monopolvinningi skapar altíð áhuga hjá stórkapitalinum, sum støðugt sóknast eftir øðrum íløgumøguleikum enn tí altíð óútrokniliga partabrævaroulettini og ússaligu úrtøkuna av peningi í verandi lágrentuumhvørvi.

Tí er kapitalurin sera áhugaður at sleppa sær framat eini slíkari keldu til enn meira ríkidømi, sum kann tryggja ein støðugan og tryggan profit yvir eitt longri tíðarskeið.

Serfrøðingarnir byrja við at vísa á, at tað hvørki í Danmark ella uttanlands er nakað sum týðir uppá at hesi hálvideologisku “marknaðareksperimentini”, at privatisera undirstøðikervið hevur viðført lægri prísir ella eina betri tænastu.

Í greinini verður nevniliga staðfest, at man hevur ørgrynnu av ringum royndum við privatisering av elveitingini í Europa seinastu nógvu árini.

Ein kanning av samanhanginum millum brúkaraprísir og ognarviðurskifti í elgeiranum millum 15 EU-londum yvir eitt 30-ára tíðarskeið vísir, at almennur ognarskapur søguliga hevur tryggjað lægri elprísir.

Øvugt eru ongi tekin um, at privatiseringar av elgeiranum hava viðført nakað lækkandi prístrýst gjøgnum árini.

Tvørturímóti hevur tað verið eitt afturvendandi eyðkenni, at prísurin er hækkaður orsaka av privatiseringum. Bert í Stórabretlandi, sum privatiseraði meginpartin av elgeiranum í 1990-árunum eru realprísirnir hækkaðir við 67 pct. síðani ártúsundskiftið, við tí úrsliti, at elprísirnir í Stórabretlandi áðrenn skattir og avgjøld eru millum teir allar hægstu í EU.

Øvugt hevur felags- og brúkaraognarskapur  í danska elgeiranum tryggjað ein av lægstu grundprísunum á el í øllum Europa.

Hetta er m.a. ein av orsøkunum til, at tað runt kring Europa er ein sokallað endurkommunalisering í gongd av grundleggjandi undirstøðukrevinum, har el, vatn og hiti nú verður afturkeypt eftir miseydnaðar privatiseringar.

Grundleggjandi verður víst á, at undirstøðukervið harundir elgeirin krevur nøkur samfelagsatlit og langtíðaríløgur, sum tað er meira enn ivasamt um privatir íleggjarar nakrantíð vilja raðfesta serliga høgt.

Teir meta tí, at tað eigur at vera ein grundregla í orkupolitikkinum, at alt veitingarvirksemi eigur at verða felagsogn antin í lands- ella kommunalum høpi. Brúk er nevniliga fyri einum ognarskapi, sum kann tryggja høgar íløgur við lágum kostnaði.

Teir enda greinina við at spyrja, um danir nú skulu gera somu mistøk sum aðrir við heilt ella partvís at privatisera elkervið!

Vit kunnu við góðum rætti spyrja tað sama í Føroyum.

Bjørn á Heygum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo