Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Marghollin.fo: Tað eru ikki bara fótbóltslið, sum í hesum døgum leita til Suðuroyar á venjingarlegu í sera góðu innandura venjingarumstøðunum í Vági.

Hetta vikuskiftið er eisini manningin á Argjabátinum í Vági á venjingarlegu. Í morgun vandu teir í Marghøllini, har fleiri fótbóltsfeløg vandu seinnapartin.

Umframt møguleikarnar í Marghøllini so brúka vitjandi lið á venjingarlegum í Vági eisini Vágs Høll, Páls Høll, fimleikahøllina í Vágs Skúla og góðu umstøðurnar hjá Vágs Kappróðrarfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo