Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Neistin: Nú hondbóltskappingin er hálvrunnin og jólasteðgur stendur fyri durum, er broyting í venjaratoyminum hjá Neistakvinnum.

Birgir Hansen, venjari ynskir ikki at halda fram, og Neistin hevur gingið hansara ynski á møti. Tískil hevur Neistin valt at steðga samstarvið við venjaratoymið, og hevur sett Kára Horn sum nýggjan venjari, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum og komandi kappingarár.
Eirikur Magnussen heldur fram sum liðleiðari hjá Neistakvinnum.

Saman hava felagið og nýggi venjarin lagt eina miðvísa framtíðarætlan fyri Neistakvinnur.

Eins og í øðrum feløgum er javnan ættarliðsskifti á liðum, og soleiðis er eisini á kvinnuliði Neistans júst nú. Yngri leikarar hava tikið við, og hava fingið uppgávuna at lyfta arvin eftir eldri og royndari leikarum.

Neistin er siðursvant felag, og tí er uppgávan hjá ungu Neistakvinnunum stór, men tíbetur eru nógvar ungar raskar Neistakvinnur klárar at bjóða seg fram.

Fyri at framtíðartryggja er málið framhaldandi at menna ungu leikararnar, og geva teimum neyðugar førleikar og royndir.
Soleiðis verður arbeitt miðvíst at tryggja bestu umstøður og harvið góð úrslit frameftir.

Neistin takkar Birgiri Hansen, Kára Nielsen og Peturi Martin Johansen fyri tíðina í Neistanum, og ynskir samstundis Kára Horn vælkomnan, og blíðan byr í arbeiðinum saman við Neistakvinnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo