Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Framsýningar

Kringvarpið: “Mítt innara landslag” er heitið á listaframsýning, sum Kári Svensson letur upp í forhøllini í Kringvarpinum tann 25. Juli kl. 16.00.

Listamaðurin hevur av álvara gagnnýtt hæddina í høllini við størri málningum í tveimum hæddum.

Á framsýningini eru tilsamans 23 málningar, størri og smærri, við einum summarligum dámi. Íblástur til fleiri málningar hevur Kári Svensson fingið í Norðoyggjum.

Tá framsýningin letur upp, sigur listarkvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir, nøkur orð um Kára Svensson og list hansara, og Flóvin Viderø spælir og syngur nøkur løg.

Framsýningin er opin dagliga frá kl. 09.00 til kl. 18.00. Leygardagar frá kl. 10.00 til kl. 14. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er framsýningin opin frá kl. 14.00 til kl. 20.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo