Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Vinna

Í dag kom nýggjasta skipið í føroyska fiskiflotanum undir føroyskt flagg. 

Tað eru brøðurnir Árni og Hjarnar Dalsgaard úr Skálavík sum saman við Tummas Henriksen úr Sørvági hava keypt skipið, sum æt Herøy, til Føroya úr Noregi. Tað skal hava heimstað í Miðvági og skal fiska av menningarkvotu sum er tillutað Snarfrost í Miðvági.

Prísurin er slakar 44 milliónir krónur.

Á myndini sæst ein av keyparunum, Árni Dalsgaard, sum eisini skal vera skipari við Katrin Johonnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo