Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Løgmaður hevur lagt út á sína heimasíðu uppskot til ”Stjórnarskipan Føroya”. Uppskotið hevur annars ikki verið sent øðrum pørtum til hoyringar. Sambært útsøgnum frá danska forsætismálaráðharranum á ólavsøku hevur landsstýrið ikki so frætt sum sent uppskotið til donsku stjórnina, áðrenn tað nú verður lagt út til ”almenna” hoyring.

Sum løgfrøðingar undrast vit yvir, at eitt slíkt uppskot yvirhøvur verður lagt fram av Føroya løgmanni.

Uppskotið er eftir okkara metan í stríð við grundlógina, stýrisskipanarlógina, tingskipanina og vanligan lóggávusið. Uppskotið er heldur ikki búgvið til endaliga støðutakan.

Danska grundlógin er framvegis galdandi
Lógir verða sum oftast smíðaðar av løgfrøðingum.

Løgfrøðingar fáa ein málsetning frá politiska myndugleikanum. Hesir skulu síðani royna at smíða ein lógartekst, sum svarar til politiska ynskið. Men løgfrøðingar hava eina sjálvstøðuga skyldu til at boða politiska myndugleikanum frá, um so er, at politiska ynskið ikki letur seg gera at gjøgnumføra við lóg.

Tað er soleiðis, at sjálvt løgtingslimir, sum gjøgnum seinastu árini ofta hava tosað um ”løgfrøðiligar spennitroyggjur”, hava skyldu til at virða grundlógina og okkara egnu stýrisskipan.

Seinast nøkulunda sama uppskot um stjórnarskipan í 2010 varð lagt á ting, mælti umsitingin hjá løgtinginum til, at uppskotið bleiv burturvíst. Men hetta fekk ikki undirtøku millum løgtingslimir, sum atkvøddu ímóti hesum.

Løgtingslimir og onkrir løgfrøðingar vilja vera við, at grundlógin og heimastýrislógin ikki eru annað enn politisk skjøl, sum kunnu tambast ein og annan veg. Tað veldst um, hvat er opportunt fyri ta støðu, sum nú einaferð er uppstaðin.

Tíverri tykist tað eisini at vera blivið soleiðis, at nakrir føroyskir løgfrøðingar á ein ella annan hátt síggja tað sum sína høvuðsuppgávu at burturforklára hvønn stjórnarættarligan status Føroyar hava. Vanligur statsrættur og fólkarættur verður tilvildarliga blandaður saman, og tikið verður til nýggjar rættartraditiónir fyri at undirbyggja hesi sjónarmið.

Lat tað verða sligið fast, at Føroyar framvegis eru partur av danska kongaríkinum, og at danska grundlógin framvegis er galdandi fyri Føroyar. Danska grundlógin er eisini galdandi fyri yvirtikin málsøki.

Danska grundlógin er ikki eitt politiskt skjal, hon er heldur ikki at meta sum ein ”stjórnarrættarligur sáttmáli” ella ein ”altjóða avtala.”

Tað átti ikki at verið nakar trupulleiki at prógva, at danska grundlógin er galdandi fyri Føroyar. Tað er bara at lesa teir kanska hundraðtals dómar, sum eru avsagdir av Føroya rætti og Eystara landsrætti gjøgnum seinastu mongu árini, har danska grundlógin verður brúkt sum beinleiðis rættarkelda. Eisini Hægstirættur vísir til grundlógina í føroyskum málum.

Hetta er eisini galdandi fyri mál, sum viðvíkja yvirtiknum málum. Tað tykist, sum tað eru nakrir løgfrøðingar í Føroyum, sum hava eina fatan av, at danska grundlógin bert er galdandi fyri felagsmál, meðan stýrisskipanin einsamøll er galdandi fyri yvirtikin mál.

Hetta eru sjálvgjørdar reglur, sum onki hald hava í galdandi løgfrøði. Nakað annað er so, at okkara verandi stýrisskipanarlóg á fleiri økjum er samanfallandi við donsku grundlógina, so undir verandi stýrisskipanarlóg er eitt slag av fløkju komin í.

Hetta hevur í rættarmálum havt sum avleiðing, at dómstólarnir í dómum, eftir at stýrisskipanarlógin varð sett í gildi, sitera bæði grundlógina og stýrisskipanarlógina.

Hetta gevur heldur ikki nakrar serliga praktiskar trupulleikar, tí tað fyriliggur ikki nakað ósamsvar millum donsku grundlógina og núgaldandi stýrisskipanarlóg. Skuldi nakað ósamsvar verið, er einki at ivast í, at dómsvaldið vil tulka grundlógina framum galdandi stýrisskipanarlóg.

Hvat skal stjórnarskipanin brúkast til?
Nú er so ætlanin at leggja eina stjórnarskipan út til fólkið at samtykkja.

Fyri okkum sum løgfrøðingar er ógvuliga torført at fáa eyga á, hvat ein slík stjórnarskipan skal brúkast til. Upprunaliga varð grundlógararbeiðið sett í verk, tí Føroyar høvdu fullveldi á dagsskrá. Tá er sanniliga brúk fyri eini grundlóg ella stjórnarskipan.

Nú er fullveldi eftir øllum at døma ikki á dagsskrá, men vit skulu allíkavæl hava eina stjórnarskipan.

Stjórnarskipanin verður tí hvørki fuglur ella fiskur. Løgmaður sigur, at endamálið við stjórnarskipanini er, at hon skal vera eitt slag av samleikaskjali fyri Føroyar og føroyingar. Hettar er eftir okkara meting uttanumtos. Veruleikin er, at Føroyar undir núverandi umstøðum als ikki hava nakran tørv á eini nýggjari stjórnarskipan.

Tað eru ikki meira enn 20 ár síðani, at vit fingu okkara núgaldandi stýrisskipanarlóg. Tað eru ikki meira enn 10 ár síðani, at okkara heimastýrislóg bleiv broytt við yvirtøkulógini, sum gevur føroyskum myndugleikum sera stórt vald. Føroyar kunna nevniliga yvirtaka so at siga øll málsøki. Tað er heldur ikki meir enn 10 ár síðani, at vit fingu uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Hvønn status skal stjórnarskipanin hava?
Uppskotið, sum nú er lagt fram, verður nevnt ”uppskot til stjórnarskipan”.

Einki verður sagt um hettar er ein ”lóg”, ein ”løgtingslóg” ella um talan er um eitt politiskt skjal. Vit vita snøgt sagt ikki, hvar í løgfrøðini vit í heila tikið eru.

Øll, sum kenna stjórnarrættarligu støðuna hjá Føroyum vita, at heimastýrislógin og stýrisskipanarlógin áseta, at løgtingið á lóggávuøkinum hevur heimild at samtykkja ”løgtingslógir”, ”ríkislógartilmælir” og ”aðrar samtyktir”. Hetta framgongur av § 4, stk. 2, í heimastýrislógini og § 15, stk. 1, í stýrisskipanarlógini.

Tað tykist, sum ætlanin við uppskotinum er at hevja seg út um allar kendar heimildir hjá løgtinginum.

Sambært galdandi stýriskipan er tað eisini soleiðis, at løgtingið samtykkir løgtingslógir, og løgmaður skal so staðfesta hesar, áðrenn løgtingslógir kunnu setast í gildi.

Henda áseting verður heldur ikki yvirhildin, tí ”stjórnarskipanin” verður sambært uppskotinum sett í gildi ”tá ið formaðurin í valnevndini í almenna kunngerðablaðnum hevur kunngjørt, at lógin er samtykt á fólkaatkvøðu, har fleiri eru fyri enn ímóti.” Henda áseting er greitt í stríð við § 26 í stýrisskipanarlógini.

Skal fólkið hava lóggávuvald?
Í almennu framløguni sigur løgmaður, at í Føroyum ræður fólkið:

”Fólkið er omanfyri løgting og omanfyri landsstýrið.”

Tað tykist, sum løgmaður hevur gloymt, at okkara demokratiska skipan er eitt ”umboðandi demokrati” skilt soleiðis, at fólkið velur eitt løgting, sum á henda hátt fær eitt mandat frá Føroya fólki til at smíða landsins lógir. Løgtingið, valt av Føroya fólki, velur síðani eitt landsstýri, sum ”fólksins vegna” skal stjórna landinum.

Í politisku prosessini um hesa ”stjórnarskipan” tykist alt verða vent á høvdið, eisini okkara demokratiska skipan, sum er, at løgtingið samtykkir lógir. Í ávísum førum kunnu hesar verða lagdar út til eina vegleiðandi fólkaatkvøðu eftir serligum reglum. Tá lóggávuprosessin er liðug fær løgmaður rættindi til antin at forkasta lógina ella at staðfesta hana.

Tað tykist, sum at fólkið nú skal hava beinleiðis lóggávuvald, og formaðurin í valnevndini fólksins vegna skal útrópa lógina at verða galdandi føroyskur rættur.

Heitið á uppskotinum er hvørki ”lóg” ella ”løgtingslóg” men bara ”stjórnarskipan”. Tað verður nú allíkavæl ikki so nógv hjá valformanninum at seta í gildi kortini, longu av teirri orsøk, at tær lógargreinar, sum eru samanfallandi við okkara stýrisskipanarlóg, sambært uppskotinum ikki verða settar í gildi, fyrr enn eitt nýtt løgting hevur samtykt hettar.

Uppskotið fylgir ikki vanligum lóggávusiði og hevur ongar viðmerkingar
Uppskotið til stjórnarskipan hevur ein hátíðarligan inngang, eisini nevndur ein ”preambul”. Slíkir inngangir eru ikki samsvarandi vanligum lóggávusiði, hvørki í Føroyum ella okkara grannalondum, sum vit vanliga samanbera okkum við.

Í dag er vanliga fatanin, at politiskar programmerklæringar ikki eiga at verða samtyktar í lógarformi.

Tað tykist sum hesin heilt margháttligi inngangur er tikin úr angelsaksiskari lógartraditión, mest at samanbera við frælsiskunngerðina, tá USA fekk sína stjórnarskipan í 1776. Frælsiskunngerðin byrjar nevniliga við ”We the people…” Tað er heilt ófatiligt, at slíkt yvirhøvur sleppur gjøgnum nálareygað.

Ísland fekk sjálvstýrið í 1918. Landið fekk sína grundlóg í 1944, sum bleiv smíðað eftir norðurlendskari (germanskari) lógarsiðvenju. Noreg var einaferð í samríki við danska kongaríkið. Noreg fekk sína egnu grundlóg tann 17. mai 1814. Hvørki norska ella íslendska grundlógin hava slíkar inngangir.

Hvønn status hevur so hesin inngangur.

Er hetta ein politisk programmerklæring ella ein partur av einum vanligum lógarteksti? Heldur ikki í hesum føri vita vit, hvar vit eru stødd í løgfrøðiligum samanhangi.

Ein annar avgerandi spurningur er eisini, um hesin ”preambul” yvirhøvur fær gildi eftir fólkaatkvøðuna.

Løgmaður hevur nevniliga sett inn í uppskotið ein sera ógreiðan tekst um gildiskomu, sum er soljóðandi: ”Lógin verður útint sambært verandi stjórnarrættarligu støðu, til avgerð verður tikin um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki.”

Stóri trupulleikin við hesi orðing er eisini, at uppskotið til stjórnarskipan (inngangur og grein 1) geva týðiligar ábendingar um, at løgmaður tulkar ”verandi stjórnarrættarligu støðu” í stríð við grundlógina.

Sum heild mugu vit ganga út frá, at ætlanin við uppskotinum til stjórnarskipan er, at inngangurin skal fáa gildi beinan vegin, altso tá formaðurin í valnevndini hevur kunngjørt valúrslitið valdagin. Annars er slett einki endamál við hesum yvirhøvur.

Eingin kann svara hesum og fleiri øðrum spurningum.

Orsøkin er, at uppskotið til stjórnarskipan verður lagt fram uttan nakrar viðmerkingar yvirhøvur.

Eisini her er uppskotið í stríð við okkara stýriskipan (tingskipanina) sum ásetir, at allar lógir skulu leggjast fram í løgtinginum saman við viðmerkingum, bæði almennum viðmerkingum og serligum viðmerkingum til hvørja einstaka lógargrein.

Lógarviðmerkingar eru nevniliga ein sera týðandi partur av einum lógaruppskoti.

Viðmerkingarnar eru eitt slag av ískoyti til sjálvan lógartekstin. Øll vita, at lógir kunnu tulkast, og tá eru viðmerkingarnar til lógina rættiliga avgerandi fyri hvørja tulking, eitt nú dómsvaldið kemur til. Vit kenna onga stýrisskipanarlóg í okkara lógarøki, og heldur ikki nakra løgtingslóg ella fólkatingslóg, sum verður løgd fram uttan viðmerkingar.

Úrslitið kann eisini blíva hareftir. Vandin verður, at eitt nú sjálvstýrisfólk fara at umrøða lógartekstin, sum eftir uppskotinum skal samtykkjast (og lýsast) sjálvan flaggdagin, fyri frælsisskjalið mikla, meðan samríkisfólk fara at kalla hetta fyri eitt skjal, sum bara skal styrkja um ella lýsa okkara ”samleika”.

Hvønn stjórnarrættarligan status hevur stjórnarskipanin?
Tað er eisini heilt undrunarvert, at Føroya løgmaður leggur eitt slíkt uppskot til almenna hoyring uttan at greiða frá, hvønn stjórnarrættarligan status uppskotið til stjórnarskipan hevur.

Er stjórnarskipanin undir donsku grundlógini, og virðir hon galdandi heimastýrisskipan, soleiðis sum henda er broytt við yvirtøkulógini frá 2005? Grundlógin verður ikki nevnd við einum orði. Ì onkrum króki verður teskað, at stjórnarskipanin liggur ovast, meðan onkur annar vil vera við, at hon er ”síðustillað” við donsku grundlógina.

Vit halda ikki, at tað sømir seg einum stjórnarleiðara at senda eitt so týdningarmikið mál til almenna hoyring, uttan at lógarteksturin gevur minstu ábending um, hvønn status stjórnarskipanin hevur.

Tað er í hvussu so er heilt skeiv læra, um løgmaður er av teirri áskoðan, at danska grundlógin er at meta sum ”stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóðaavtalur”, soleiðis sum sagt verður í innganginum. Grundlógin er ikki ein sáttmáli ella ein avtala. Hon er lóg, enntá lóg omanfyri allar lógir, eisini føroyskar løgtingslógir.

Tað tykist, sum ætlanin er at tiga donsku grundlógina burtur við í staðin at vísa til lógartekstin og viðmerkingarnar til yvirtøkulógina frá 2005, sum ásetir, at ”henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar”.

Í viðmerkingum til yvirtøkulógina frá 2005 varð m.a. sagt soleiðis:

”Uppskotið ber ikki í sær broyting í rættarstøðuni hjá Føroya fólki, og Føroya fólk varðveitir
sostatt sín ómissandi og áframhaldandi sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti.

Stjórnarrættarliga er uppskotið løgtingsgóðkenning av sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn, samstundis sum uppskotið fremur innihaldið sum lóg í Føroyum. HeimildLøgtingsins at geva hesa lóg er í heimild tess frá Føroya fólki at geva lógir. Danska stjórnin fer at leggja fyri fólkatingið lógaruppskot við einsljóðandi teksti, ið greiðir innlendis donsku viðurskiftini, sum standast av sáttmálanum millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn. Viðmerkingarnar til danska uppskotið eru m.a. um innlendis donsk viðurskifti.

Eftir okkara metan eru hesar viðmerkingar, sum ikki vóru partur av viðmerkingunum, tá danska fólkatingið samtykti somu lóg, ikki røtt lýsing av okkara stjórnarrættarliga status í ríkisfelagsskapinum við Danmark. Tað var heldur ikki nøkur semja um hetta í løgtinginum, tá lógin bleiv samtykt.

Yvirtøkulógin bleiv eisini samtykt av fólkatinginum. Vert er at nevna, at viðmerkingarnar til føroyska lógartekstin eru ikki tær somu, sum viðmerkingarnar til danska lógartekstin.

Yvirtøkulógin ásetir, at føroyskir myndugleikar kunnu yvirtaka øll málsøki (lóggávuvald, útinnandi vald og dómsvald), men sambært lógini eru nøkur undantøk. Hesi eru

1)    Stjórnarskipan danska ríkisins
2)    Heimarætt danska ríkisins
3)    Hægstarætt danska ríkisins
4)    Uttanríkis-, trygdar og verjupolitikk
5)    Gjaldoyra- og peningapolitik

Tað er rættiliga relevant at nevna, at stór ósemja var í løgtinginum, tá yvirtøkulógin bleiv samtykt. Umboðini hjá Tjóðveldi og Miðflokkinum kallaðu uppskotið fyri eina reingjan av veruleikanum, og flokkarnir tóku als ikki undir við uppskotinum.

Hesir flokkar siga m.a. soleiðis í sínum áliti:

”Sagt verður um ta sokallaðu yvirtøkulógina og um danska ríkislógartilmælið, at talan er um ein sáttmála millum tveir javnabjóðis partar, men einki hald er í hesum páhaldum.

Skilligt er, at talan er ikki um ein greiðan sáttmála landanna millum, og skilligt er, at talan als ikki er um tveir javnbjóðis partar.

Talan er um tvær sambandslógir, eina føroyska løgtingslóg og eitt danskt ríkislógartilmæli við útgreinaðum viðmerkingum, sum ikki finnast í føroyska uppskotinum.”

Tað kann tí undra, at løgmaður, sum situr í samgongu við Tjóðveldi, nú leggur fram eitt uppskot til stjórnarskipan, sum í innganginum hevur eina beinleiðis tilvísing til tekstin í yvirtøkulógini.

Samanumtikið er at siga, at yvirtøkulógin ikki ger donsku grundlógina til ein ”sáttmála” ella ”avtalu”. So leingi vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, er danska grundlógin galdandi. Føroyar hava sambært galdandi stýrisskipan ikki lóggávuvald á øllum økjum. Longri er tann søgan ikki.

Er inngangurin lógartekstur ella politisk programmerklæring?
Er inngangurin at meta sum ein partur av lógartekstinum, er uppskotið til stjórnarskipan beinleiðis í stríð við grundlógina, og hettar hevur umsitingin hjá løgtinginum eisini víst á, tá nøkulunda sama uppskot bleiv lagt fyri løgtingið í 2010.

Tá hevði inngangurin ikki sama orðaljóð, men innihaldið í uppskotinum hjá løgmanni er í veruleikanum júst tað sama. Sagt verður m.a. soleiðis í innganginum:

”Stjórnarskipanin staðfestir, at landsins borgarar eru upphav til alt politiskt vald í landinum, og hon skipar Føroyar eftir nútíðartørvi við fólkaræði, løgræði, rættindum og skyldum.

Stjórnarskipanin setir ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóðaavtalur, men staðfestir, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt til at siga hesar upp.

Eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan løgtingsins samtykki.

Tá sagt verður í innganginum, at eingin lóg kann setast í gildi fyri Føroyar uttan løgtingsins samtykki, so er hetta ikki í tráð við verandi rískisrættarligu støðu. Føroyar hava framvegis ikki lóggávuvald á øllum økjum, eitt nú í uttanríkis- og verjumálum.

Føroyar hava longu sjálvsavgerðarrætt – als ikki neyðugt at staðfesta við fólkaatkvøðu

Annars er støðan tann, at Føroyar til eina og hvørja tíð kunnu taka avgerð um at fara burtur úr ríkisfelagsskapinum við Danmark.

Tað er heldur eingin ivi um, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt og lúka øll fólkarættarligu eyðkenni sum tjóð. Fólkarætturin hevur tó tann veikleika, at fólkið ikki kann stuðla nakran rætt upp á fólkarættin. Fólkarætturin er galdandi millum lond.

Føroyar eru tó í teirri heilt serligu støðu, at danskir myndugleikar hava viðurkent, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt, og at vit til eina og hvørja tíð kunna siga okkara ríkisfelagsskap upp við Danmark. Verður hetta gjørt, fer danska grundlógin úr gildi, og tá verður relevant at smíða eina føroyska grundlóg.

Tað fyrikemur okkum heilt burturvið, at spurningurin um sjálvsavgerðarrætt verður latin inn í ein fullkomiliga veruleikafjaran ham, soleiðis sum sagt verður í innganginum: ”Vit bygdu landið í fornari tíð og skipaðu okkum við løgtingi, lógum, rættindum og skyldum. Stjórnarskipanin staðfestir, at landsins borgarar eru upphav til alt politiskt vald í landinum, og hon skipar Føroyar eftir nútíðartørvi við fólkaræði, løgræði, rættindum og skyldum.”

Hvat hendir um uppskotið til stjórnarskipan verður felt av Føroya fólki? Hvat nú um valformaðurin flaggdagin komandi kemur við kunngerð um, at uppskotið er fallið. Hava vit so eisini mist okkara sjálvsavgerðarrætt á stokkinum, ella er støðan óbroytt?

Inngangur og grein 1 í stríð við donsku grundlógina
Eftir okkara metan er grein 1 í uppskotinum klárt í stríð við grundlógina og heimastýrislógina. Hettar varð eisini staðfest av umsitingini í Løgtinginum, tá lógin bleiv løgd fram í 2010.

Í § 1 í uppskotinum til stjórnarskipan verður sagt m.a. ”at alt vald í landinum er hjá Føroya fólki”. Sum nevnt frammanfyri er hetta ikki rætt, so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Verður hetta samanhildið við inngangin, sum ásetir, at eingin lóg hevur gildið, uttan at hon er samtykt av løgtinginum, eru vit sannførdir um, at hesar ásetingar ikki eru í samsvar við grundlógina og galdandi heimastýrisskipan.

Vit eru samdir við niðurstøðuni hjá umsitingini í løgtinginum, tá hon í 2010 skrivaði m.a. soleiðis:

”Sum nevnt, verður einki sagt um, hvønn status lógaruppskotið hevur í mun til grundlógina og heimastýrislógina. Ein ábending um hesa støðu kann lesast í § 1 (4), men er eingin áseting um avleiðingarnar av hesi støðu.

Formæli lýsir ikki galdandi rættarstøðu Føroya í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Sagt verður m.a. í formælinum:

”Landsins egnu lógir eru einans tær, sum gjørdar eru á rættan hátt í landinum sjálvum eftir fólksins vilja.

Hetta er ikki í samsvari við veruleikan, tí Føroyar hava ikki lóggávuheimild á øllum
økjum, og kunnu við galdandi rættarstøðu ikki fáa hesa heimild, uttan § 1 í lóg nr. 78 frá 24. juni 2005 og lov nr. 578 frá 24. juni 2005 (danska útgávan) verður broytt ella sett úr gildi. Hetta krevur sambært viðmerkingunum, at grundlógin verður broytt, ella at vit fara úr ríkisfelagsskapinum.”


Uppskotið ikki búgvið at leggja fram
Uppskotið er óvirðiligt fyri Føroyar, og kann í ringasta føri gera okkum fullkomiliga fyri skommum. Tað er heldur ikki virðiligt at samtykkja eina stjórnarskipan gjøgnum eina hátíðarliga fólkaatkvøðu sjálvan flaggdagin, tá mest týðandi parturin av uppskotinum yvirhøvur ikki fær gildi, men verður lagdur í eina skuffu fyri at bíða, til vit einaferð gerast sjálvstøðug tjóð, og enntá við eini sera ógreiðari áseting um gildiskomu annars.

Grein 57 í uppskotinum er nevniliga soljóðandi:

”Henda lóg fær gildi, tá ið formaðurin í valnevndini í almenna kunngerðablaðnum hevur kunngjørt, at lógin er samtykt á fólkaatkvøðu, har fleiri eru fyri enn ímóti. Lógin verður útint sambært verandi stjórnarrættarligu støðu, til avgerð verður tikin um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki.”

Eftir politisku útmeldingunum higartil at døma, er uppskotið heldur ikki búgvið til nakra støðutakan.

Tað frættist, at formenninir fyri politisku flokkarnir hava verið sera ósamdir um, hvat lógin skal innihalda.

Hvat skal við, og hvat ikki skal við? Onkur sigur, at ”búskapargrunnur er tikin út”, ein annar sigur, at ”landsbankin er tikin burtur úr” og ein triði sigur, at ”minnilutaverjuna blivu vit ikki samdir um”. Nú til seinast eru tingfólk eisini farin at kjakast um Føroyar eru ein ”kristin tjóð”.

Allar hesar útsagnir bera týðilig boð um, at stjórnarskipanin als ikki er búgvin til nakra støðutakan.

Okkara áheitan á løgmann verður:

Lat uppskotið til stjórnarskipan liggja í skuffuni til Føroyar einaferð hava tikið avgerð um at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð.

Tórshavn, tann 14. august 2017
Christian Andreasen, adv.   
Annfinn V Hansen, adv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo