At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Innlendis ítróttur

Róðrarfelagið Knørrur í Havn er millum stóru róðrarfeløgini í Føroyum og hevur nú styrkt seg við tveimum kendum profilum innan føroyskan kappróður. Talan er um Heina Hátún og Svein Rógva Nielsen Ljósstein, sum komandi tvey árini verða venjarar hjá felagnum.

Formaðurin í Róðrarfelagnum Knørri, Bárður Skorheim Guttesen, sigur, at felagið vil framá og vil tí styrkja seg ítróttaliga og grundfesta eina nýggja venjingartilgongd. Við Heina og Svein Rógva hava vit fingið júst teir menn, sum vit ynsktu okkum, sigur Bárður og leggur afturat, at hetta er ein íløga í framtíðina hjá felagnum. Endamálið hjá okkum er ikki at vinna FM-heitini longu í ár, men at leggja eitt betri ítróttaligt støði undir felagið.

Samstarvið við Heina og Svein Rógva byrjaði so smátt í fjør, tá ið teir serliga arbeiddu við Orminum Langa, tíggjumannafarinum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Tað eydnaðist væl, og nú verður samstarvið so víðkað til at fevna um alt felagið.

Hetta skal sjálvandi eisini vera eitt fræ til at fáa fleiri rógvarar til felagið, sigur Bárður Skorheim Guttesen. Vit hava nógvar góðar rógvarar í ár, men har, sum tað er stuttligt at vera, har koma fleiri til, og tað hava vit longu merkt. Her er gott at vera, og rógvararnir fáa ta vegleiðing, sum teimum tørvar. Men tað tekur sjálvandi tíð at byggja nýggju rutinurnar upp.

Spurdur, um Heini og Svein Rógvi vera við Orminum Langa í ár, sigur Bárður, at tað er tað ikki tikin støða til enn. Teir skulu fyrst og fremst arbeiða saman við nevndini við at byggja upp, men er rúm fyri tí, so kann tað henda, at teir rógva við Orminum. Um teir eru góðir nokk, leggur Bárður Skorheim Guttesen smílandi afturat.

Bátarnir hjá Róðrarfelagnum Knørri eru umframt Ormin Langa eisini fimmmannaførini Jallurin og Pílur, seksmannafarið Jarnbardur og áttamannafarið Knørrur. Hesir bátar verða allir mannaðir í ár. Harumframt eru seksmannafarið Herningur og tíggjumannafarið Kongurin, sum eru tøk, um onkur hevur hug at bjóða seg fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo