Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Minningarorð

Í morgun andaðist kendi norðingurin Absalon í Buð, sum fyri kortum helt sín 70 ára føðingardag.

Absalon í Buð, sum eisini var róptur Pimmi, sat í fleiri nevndum og ráðum, millum annað í umboðsráðnum hjá Norðoya Sparikassa og Fiskivinnuráðnum fyri at nevna tvey.

Hann var formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, og limur í stýrinum fyri Trygdargrunni fiskivinnunnar.

Hann var formaður í Norðoya Fólkafloksfelag í mong ár, og var kassameistari hjá Fólkaflokkinum.

Absalon í Buð hevur eisini røkt fleiri aðrar álitissessir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo