Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Krutl

Kanska kendasta bakaríið í Føroyum seinastu árini, Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík, eitur nú Amarant.

Jórun Larsen Mørkøre, sum byrjaði bakaríið, seldi í fjør seinasta partin av fyritøkuni til partafelagið Palla hjá Mariannu.

Jóruna kenna fleiri í dag kanska best fyri góðu úrslitini sum hon hevur fingið í kropsvenjingar ítrótt, sum 'bodybuildari'.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo