List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Mynd: h-a.no

Bert ein vika er, síðan KÍ gjørdist Føroyameistari fyri fyrstu ferð í tjúgu ár, men longu nú eru nýklaktu FM-vinnararnir væl ávegis við fyrireikingunum til komandi kappingarár.

Sambært Norðlýsinum hevur KÍ gjørt eitt-ára sáttmála við 24 ára gamla Ole Erik Midtskogen, sum er 1.96 metra álopskendur leikari. Eins og Odmar Færø, so kemur hann frá HamKam í næstbestu norsku deildini.

Harumframt hevur KÍ gjørt nýggjan eitt-ára sáttmála við vandamikla framherjan, Páll Klettskarð.

Páll Klettskarð byrjaði kappingarárið 2019 í norður-italska felagnum Breno, men í summar vendi hann aftur til KÍ, har hann spældi ein týdningarmiklan leiktlut í FM-endaspurtinum.

Norðlýsið skrivar, at eftir eina heldur trupla byrjan byrjaði hann at raka formin júst, tá brúk var fyri tí í endaspurtinum. Páll skoraði tilsamans seks mál, harav fimm móti topp 5 liðunum. M.a. vóru málini móti NSÍ (bæði heima og úti), Víkingi og til seinast B36 sera týdningarmikil.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo