Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Innlendis ítróttur

KÍ er komið víðari til næsta umfar í kvalifikatiónini til Europa League.

Hetta er greitt, eftir at liðið í kvøld leikti javnt 0-0 á Svangaskarði ímóti litaviska liðnum FK Riteriai.

KÍ kemur víðari uppá regluna um útivallarmál, eftir at fyrri dysturin ímillum liðini bæði fyri einari viku síðan endaði við javnleiki 1-1.

Í næsta umfari skulu klaksvíkingar hitta FC Luzern úr Sveis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo