Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

KÍ vann í kvøld 2-0 í landskappingardysti á Skála.

Talan var um dyst í 13. umfari í Betri deildini.

Patrik Johannesen legði klaksvíkingar á odda 1-0 í 9. minutti, og í 38. minutti økti Jóannes Bjartalíð um munin til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Sigurin hevur við sær, at KÍ nú hevur lagt seg fýra stig fram um NSÍ á 2. plássinum.

KÍ hevur nú 32 stig fyri 13 dystir, meðan NSÍ hevur 28 stig fyri 12 dystir. Nummar trý er B36 við 27 stigum fyri 12 dystir.

Víkingur hevur 26 stig á 4. plássinum.

Skála er á sætta plássi við 15 stigum fyri 13 dystir.

Í morgin verða tveir dystir leiktir í Betri deildini, og sunnudagin verða somuleiðis tveir dystir leiktir:

EB/Streymur-Víkingur, kl. 18 í annaðkvøld
NSÍ-AB, kl. 19 í annaðkvøld
TB-B36, kl. 15 sunnudagin
ÍF-HB, kl. 15 sunnudagin

Skála-KÍ 0-2 (0-2)
0-1: Patrik Johannesen, 9
0-2: Jóannes Bjartalíð, 38

Støðan í landskappingini:

1. KÍ 32 stig (13 dystir)
2. NSÍ 28 stig (12 dystir)
3. B36 27 stig (12 dystir)
4. Víkingur 26 stig (12 dystir)
5. HB 21 stig (12 dystir)
6. Skála 15 stig (13 dystir)
7. TB 12 stig (12 dystir)
8. EB/Streymur 7 stig (12 dystir)
9. ÍF 4 stig (12 dystir)
10. AB 4 stig (12 dystir)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo