Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Flogfør av slagnum Boeing 737 Max 8 sleppa fyribils ikki at flúgva í kinesiskum loftrúmi.

Tað hendir eftir ógvusligu flogvanlukkuna í Etiopia um vikuskiftið, sum kravdi 157 mannalív.

Kinesiskir flogferðslumyndugleikar hava í morgun sent út boð til øll flogfeløg í Kina um, at hava tey flogfør av hesum slagnum, so skulu tey fyribils ikki brúkast.

Flogfarið var av sama slagi sum tað frá Lion Air sum datt niður nærhendis Jakarta 29. oktober í fjør. Tá doyðu 189 fólk.

Í báðum førum hendi vanlukkan stutt eftir fráferð, og talan var um nýggj og vælhildin flogfør.

Eftir vanlukkuna var bann eisini sett at flúgva við flogførum av hesum slagnum í etiopiskum loftrúmi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo