Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Herfyri frættist, at tunnilsgrótið úr Sandoyartunlinum skal tyrvast onkrastaðni nærhendis tunnilsmunnanum við Gomlurætt.

Orsøkin - eingin veit við vissu, hvat hundraðtúsundir rúmmetrar av gróti skulu brúkast til?

Vóru hesi tíðindi ikki váttað av tunnilsfelagnum og myndugleikunum, mundu flestu hildið tað verið vánaligt skemt - møguliga at tyrva hesa ovurstóru mongd av nýtslugróti, ístaðin fyri at brúka tað at byggja land við.

Skamt frá tunnilsmunnanum er okkara størsta og avgjørt týdningarmesta søguliga pláss, har átrúnaðar- og mentanarligi samleiki okkara er sprottin.

Skjalfesta søgan um Kirkjubø gongur langt aftur um víkingatíðina. Aftaná at Føroyar vóru kristnaðar gjørdist Kirkjubøur bispasæti í árinum 1111. Átrúnaðar miðdepil í Norðurhøvum.

Søguligu virðini
Umframt Ólavskirkjuna, sum er bygd í 13. øld, eru eisini leivdir av St. Brendans-kirkjuni (Líkhúsið).

Og so ikki minst Magnuskatedralurin (Múrurin), ið er bygdur um ár 1300, sum kortini ikki bleiv liðugur (summi meta, at katedralurin kortini varð liðugt bygdur).

Skamt við Múrin er søguligi Kirkjubøgarðurin, har elsti parturin av bygninginum - Roykstovan, ið er partur av Stokkastovuni, er bygd fyri uml. 1000 árum síðani, og er tí burturav elsti og mest virðismikli søguligi bygningur yvirhøvur í landinum.

Stokkastovan er nú savn, har kongsbóndin við familju býr. Verandi festari er 17. ættarlið í óbrotnari linju, sum býr á garðinum. Sanniliga undranarsamt.

Stokkastovan verður roknað at vera eitt av heimsins elstu timburhúsum, har fólk framvegis búgva. Í sjálvum sær eisini søguliga merkisvert.

Hetta er staðið har Sverri kongur av Noregi vaks upp, og har hægri lærustovnur (prestaskúli) var staðsettur heilt upp til reformatiónina.

Einstaklingaátak
Frá almennari síðu sýnist lítil áhugi at vera fyri okkara søguliga samleika. Sjón er fyri søgn, at alsamt fleiri virði, sum áttu at havt sjálvsagda eksponering, bert eiga lítlan lut í raðfestingunum hjá landi og kommunum.

Einstaklingar hava kortini av sínum eintingum skotið upp at varðveita søgulig støð.

M.a. gjørdi J. P. Gregoriussen, arkitektur, saman við øðrum, verkætlan fyri Múrin og Kirkjubø at leggja fyri myndugleikar og almenningin fyri uml. 20 árum síðani.

Men so eiðasørt, at nakað positivt afturljóð kom frá valdshavunum. Verkætlanin liggur tí framvegis goymd og gloymd í onkrari skuffu.

Brandansvík

Men nú hava myndugleikarnir søguliga møguleika at vísa í verki, at atlit verða tikin fyri okkara søguliga mentanararvi og virðing fyri okkara samleika.

Ístaðin fyri at tyrva grót burturi í haga, er tað so sjálvsagt, at tað verður brúkt at gera landfast aftur millum Kirkjubøhólmin og landið, og soleiðis endurskapa lendið, sum tað sá út áðrenn Kyndilsmessuódnina Hørðu í 1602, tá leyst bleiv millum Kirkjubø og Hólmin.

Tað er ovmikið av gróti at endurskapa Brandansvík og kanska eisini lendið suður við landinum.

Síðani kann fornmyndugleikin í stigum, saman við kønum fólkum, byggja uppaftur býlingin á økinum, sum verður í samsvari við byggisiðirnar fyri 400 árum síðani.

Søgan sigur, at eini hálvthundrað sethús vóru á lendinum, sum bleiv oyðilagt í ódnini í 1602.

Perla kontra visiónsloysi
Økið hevði blivið ein sonn søgufrøðilig perla, har Múrurin skuldi verið umvældur og lokaður í samsvari við uppskotini hjá J. P. Gergoriussen ella gjørdur liðugur, soleiðis sum nakrar keldur halda hann hava verið í síni tíð.

Kirkjubøur hevði soleiðis blivið eitt satt upplivilsi her í útnorði við síni framúr mentan- og skjalafastari søgu.

Blivið okkara tjóðsavn til sóma og prýði fyri land og fólk, og samstundis ein heiður til tey, sum í øldir hava røkt fedranna arvin á staðnum.

Ætlanin at tyrva grótið undan Skopunarfirði er púra við síðuna av, visiónsleyst - nú framúr høvi er at enduskapa størstu mentanarperluna í landinum.

Hugsið, um Kirkjubøur aftur bleiv tað, sum vit lesa í søguni og hoyra frá livandi frásøgnunum frá bóndanum á staðnum.

Tá høvdu vit sanniliga kunna fegnast um okkara upphav frá landnámstíðini. Staðið, sum í øldir var okkara mentanardepil.

Bjarni Djurholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo