Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Onnur tíðindi

Starvsmannafelagið: Kanningar vísa, at nógv fólk arbeiða niðursetta tíð. Hetta er eisini galdandi fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. Serliga er tað ein stórur partur av kvinnum, sum arbeiða niðursetta tíð, tó at fimta hvør kvinna, ið arbeiðir niðursetta tíð, kundi hugsað sær at arbeitt meira.

Støðan hevur fíggjarligar avleiðingar fyri starvsfólk í niðursettari tíð og fyri familjur teirra, og ávirkar pensjónsuppsparingina. Stóra talið av kvinnum í niðursettari tíð er sostatt eitt av størstu vandamálunum, tá ræður um javnstøðu í Føroyum.

Fólk, sum vilja arbeiða niðursetta tíð, eiga at sleppa tað, eisini um tað er eitt fyribils ynski.

Starvsmannafelagið heldur, at starvsfólk, sum vilja tað, eiga at fáa møguleika at arbeiða fulla tíð ella at fara upp í tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo