Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Onnur tíðindi

Starvsmannafelagið hevur kosið sær 6 kjarnumál í valárinum 2019.
 
Tað skal vera javnvág millum arbeiði, frítíð og hvíld. Líka síðani løntakarar fóru at skipa seg í fakfeløg hevur tað verið eitt aðalmál at fáa samanhangandi hvíld og frítíð, ið loyvir einum at gera annað enn at arbeiða. Tó at sáttmálar og arbeiðsmarknaðarlóggáva stuðla hesum, eru í dag greið tekin um, at mørkini eru farin at kámast. Javnvágin er komin undir trýst.

Nýggj tøkni og arbeiðsgongdir hava gjørt, at arbeiðslívið er farið at breiða seg til frítíð og hvíld. Í ringasta føri kann gongdin hava heilsuligar og fíggjarligar avleiðingar fyri einstaklingar, familjur og samfelagið.

Starvsmannafelagið heldur, at arbeiðsgevarar og politiska skipanin eiga við hóskandi tiltøkum at tryggja, at markið millum arbeiðslívið og frítíðina ikki verður skeiklað.

Hoyr stjórnmálafrøðingin Regin Berg greiða frá kjarnumáli 4 her.

Tey 6 kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í 2019 eru:

1: Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

2: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betri vard

3: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í niðursettari tíð verða betri vard

4: Fáa greiðari mørk millum arbeiðslív og frítíð

5: Hægri politiska raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving

6: Livikorskanningar, ið varp ljós á støðuna hjá føroyska løntakaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo