Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Minningarorð

* 24. januar 1955
+ 24. november 2016

Brádliga varð Kjartan ryktur burtur frá sínum kæru - frá heimlandi, felagsskapi, arbeiði, vinum – ja alt steðgaði upp, nú ein av Føroya frægu synum mátti dvína á lívsins vígvølli. Hann hevði nógv eftir at geva og útrætta, men soleiðis skuldi ikki verða.

Ein virkin maður, ið rakk hægstu tindum í verkliga lívinum innan Apoteksverk Føroya og ikki minst felagsmaðurin í frítíðini, har hann við síni savnandi medferð avrikaði ómetaliga nógv.

Tað var ígjøgnum fótbóltin í B36 eg kom at kenna hendan dámliga og vinsæla mannin. Hevði hoyrt um hann á 1. liði í B36 ígjøgnum útvarp og bløð. Kom seinni at leika á besta liðnum í B36 saman við Kjartani í 1985. Nú var eitt ættarliðsskifti á veg á liðnum. Í summarsteðginum hetta árið varð skipað fyri hugnaløtu, og Kjartan var fyriskipari. So sigur hann við okkum ungu á liðnum: “ Tit skulu við!”. So kom hann við einum papírsarki og handaði okkum yngru:” Tað er ein treyt, at tit duga hendan uttanat!”. Á arkinum stóð B36-sangurin: “Rennið dreingir..” Louis Zachariassen/Gunnar Mikkelsen. Síðani bjóðaði Kjartan okkum út á Landavegin í stásiliga heimið, ið hann og Mona høvdu bygt, til okkurt leskiligt, áðrenn vit skuldu oman á Hafnia at eta ein betri bita. Á loftstovuni á Landavegnum sungu vit av hjarta B36 sangin, og eftir tað legði hann eina plátu á við Karlakóri Reykjavíkur. Ein mentunarløta, ið situr føst í minninum.

Eftir at hava leikt í mong ár á besta liðnum, tók Kjartan ábyrgd í felagnum sum kassameistari í mong ár og at enda sum formaður. Hetta var ein sera virkin tíð og varð B36 lyft uppá hægsta stig í føroyskum fótbólti. Mangir varðar vórðu á leiðini. At tað ikki eydnaðist okkum at vinna meistaraskapin í 1991 var eitt vónbrot, men hetta árið vunnu vit Løgmanssteypið og kundu eisini flyta inn í nýtt stásiligt felagshús í Gundadali. Við løgmanssteypinum fylgdi eisini møguleikin at luttaka í Evropa dystum fyri steypavinnarar. Hetta hendi 19. august 1992, tá ið vit runnu á vøllin niðri í Luxemburg at leika ímóti Avenir Beggen. Hóast kreppa var í landinum, so hevði nevndin megnað at skaffa stuðlar til luttøkuna, soleiðis at ferðin og uppihaldið var goldið, áðrenn vit fóru úr Føroyum.

Í 1997 kom so krúnan á verkið, tá ið føroyameistarskapurin kom í hús tann 21. september, eftir dyst suðuri í Vági ímóti VB. Minnist serliga, tá SMYRIL legði at á Bursatanga, var Kjartan farin upp á skorsteinin á Smyrli, har hann veitraði við einum stórum B36-flaggi. Jú – nú var meistaraskapurin komin aftur til felagið. Og tað komu mangir sigrar aftruat.

Tó, at vit ikki runnu á gátt hjá hvørjum øðrum, so varð sambandið hildið við líka. Ikki minst, tá tað gekst væl hjá B36, á tjóðskaparliga økinum í landinum. ella tá frændirnir fyri vestan, Ísland, kláraðu seg væl á ítróttarpallinum, tá var 211139 við einum sms-boðum, ella varð ringt. Møtti man Kjartani, so fór ein altíð glaðari frá honum eftir at hava hitst.

Seinastu mongu árini hava vit hitst gamlársdag til eina hugna- og mentunarløtu heima á Garði í Hoyvík. “Á fedranna garði”, sum Kjartan altíð tók til. Hetta var arvað niður frá pápanum, Poul Mohr, sum plagdi at fara til Hoyvíkar at vitja Poul Wang haldbónda og takka fyri gásafrælsi. Síðani hava synir og aðrir fylgt eftir og gjørt tað til eina mentanarferð. Kjartan og Hanus Vang, ið nú er haldbóndi, syrgdu so fyri at læna roykstovuna heima á Garði til eina mentunarløtu við frásøgum, sangi og kvøðing.

Á 50-ára føðingardegnum fekk eg sendandi eina hjartaliga heilsan frá Kjartani. Hon var soljóðandi.

“Takk fyri mangar dýrabærar, minniligar og mentaðar løtur bæði til gamans og álvara. Vónandi fáa vit eisini nógvar afturat í ókomnum tíðum”

Soleiðis skuldi ikki verða, men takk Kjartan! Fyri: dýrabærar, minniligar og mentaðar løtur bæði til gamans og álvara.

Jarðarferðin úr Vesturkirkjuni var so vøkur, sum hugsast kundi eina slíka sorgarstund. Hon myndaði Kjartan, sum hann var í lívinum. Vøkrum kórsangi frá Tórshavnar manskóri, har hann var virkin, vælvaldum sálmum, dýrabærum solosangi frá Elsu Onnu og Mouritzi, góðari talu frá Hera presti – og so tann stóra fjøldin – sum neyvan er sædd áður - sum fygldi einum av sínum býar- og Føroya synum seinasta teinin.

Saknurin er stórur, men svárast er hjá tykkum næstu, nú tykkara kæri Kjartan er farin handan evstu sýn. Tit hava skrivað so góð og vøkur orð um hann.

Harrin styrki tykkum í komandi tíðum.

Sum blóman følnar hvør rósukinn,
sum grøs fullu kappafjøldir;
so bórust ættir í stilna inn,
sum dagar útrenna í øldir

Grundtvig/Chr. Matras

Friður veri við minninum um heiðurs- og mentamannin Kjartan Mohr.

Hví í friði kæri frændi.

Jákup Símun

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo