Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Kringvarpið skrivar í dag, at Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur framt tríggjar broytingar í føroysku byrjunaruppstillingini í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu inni ímóti Malta leygardagin.

Tvær broytingar eru framdar á miðvøllinum, meðan ein broyting er framd í álopinum.

Kaj Leo í Bartalsstovu og Heini Vatnsdal koma inn fyri ávikavist Sølva Vatnhamar og Rógva Baldvinsson, meðan Klæmint Andrasson Olsen kemur inn fyri Jákup Thomsen.

Sostatt sær liðið hjá Føroyum í kvøld soleiðis út:
Gunnar Nielsen
Gilli Sørensen
Viljormur Davidsen
Atli Gregersen
Odmar Færø
Rene S. Joensen
Brandur H. Olsen
Hallur Hansson
Kaj Leo í Bartalsstovu
Heini Vatnsdal
Klæmint S. Olsen

Dysturin ímillum Rumenia-Føroyar verður leiktur í Cluj, og byrjar hann kl. 19.45.

Sambært Kvf verða 25 føroyingar ímillum teir umleið 11.000 áskoðararnar á Dr. Constantin Radulescu Stadion í Cluj.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo