Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Norðlýsið: Í vikuni vóru hurðarnar lætnar upp á víðan vegg í nýggju snotiligu íbúðnum í miðbýnum har   fjøld av áhugaðum borgarum hava fingið møguleika til at uppliva nýggjastu íbúðirnar í Klaksvík. Harafturat var vitjað í nýggja “pumpuhúsinum” har hjarta í nýggju sjóhitaskipani húsast og í kjallaranum í posthúsinum har kunnað var um nýggja mentanarhúsið, sum ætlanin er at byggja.

Men tey sum hava fylgt arbeiðinum í miðbýnum og sum høvdu væntað at frætt tíðindi um nær íbúðirnar verða tøkar og hvør leiguprísurin er, fingu als einki nýtt at vita.
 
Í kjallaranum á Posthúsinum bjóðaði varaborgarstjórin, Signhild V. Johannese, vælkomin og gav síðani orðið til arkitektin, sum hevur teknað mentanarhúsið.  Hann vísti fram kendar tekningar og myndir av nýggja mentanarhúsinum, men heldur ikki her var nakað sagt nakað um hvussu langt verkætlanin er komin og nær klárt er at bjóða út.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo