Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Árið í fjør hjá Klaksvíkar Sleipistøð royndist so mikið væl, at leiðslan í ársfrágreiðingini sigur seg vera væl nøgda. Talan var kortini um eina afturgongd í bruttovinninginum uppá smá 10% sum gjørdi, at botnlinjan tódnaði við einum heilum triðingi - úr áleið trimum niður í áleið tvær milliónir krónur.

Úrslitini seinastu árini hava annars verið misjøvn - úr nærum 5 mió kr eftir skatt í 2014 til smáar 700 tkr í 2016 - uttan at bruttovinningurin hevur førkað seg nakað serligt.

Í miðal høvdu 66 fólk sína dagligu gongd hjá Sleipistøðini í fjør.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 45 mió kr og eginognin var smáar 18 mió kr. Vinningsbýti uppá eina millión krónur verður útlutað eigarunum fyri árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo