Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Innlendis ítróttur

KÍ er á odda 2-0, nú farið er til hálvleiks í Europa League dystinum ímóti san marinesiska SP Tre Fiori.

Patrik Johannesen legði KÍ á odda 1-0 í 8. minutti, meðan Simen Sandmæl økti til 2-0 í 37. minutti. 

KÍ hevur havt greiða leikliga yvirvág og kundi havt fingið eitt mál aftrat, tá Patrik Johahannesen stútaði beint við síðurnar úr stuttari fjarstøðu.

San marinesiska liðið hevur ikki havt so nógv at bjóða uppá, men kundi havt javnað til 1-1, tá KÍ-málverjin, Kristian Joensen ikki boksaði eitt innlegg nóg langt burtur. Ein Tre Fiori leikari fekk høvdið á bóltin, sum fór upp um Kristian Joensen, men tíbetur fyri KÍ bjargaði ein verjuleikari bóltinum á strikuni.

Dysturin hevur verið í harðara lagi, og higartil hevur KÍ fingið trý gul kort, meðan Tre Fiori hevur fingið eitt.

Tey gulu kortini hjá klaksvíkingum hava verið í lagi, meðan Tre Fiori hevur leikt sera hart og kontant og gjørt eina røð av fríspørkum.

Tre Fiori kundi saktans fingið eitt ella tvey gul kort aftrat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo