Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Intersport Summar Cup: Í morgin, leygardagin, byrjar ársins størsta fótbóltstiltak, tá Gunvør Balla, varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, setur Intersport Summar Cup.

Kappingin verður sett kl. 9:30 við einari setan, ið eisini inniheldur fimleikaframførslu, freestyle fótbólt og goðan tónleik.

Eftir setanina verður hol sett á teir 296 dysturnar, ið skulu avgreiðast leygardagin og sunnudagin.

Leikt verður á øllum trimum vøllum í Gundadali, samstundis sum dystir eisini eru í Hoyvík og á Argjum. 

120 lið eru tilmeldað og av hesum er eisini vitjan úr bæði Danmark og Noreg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo