Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Meðan tølini á Føroya-flúgvingini fara upp á hvørjum ári, so flúgva færri og færri í Europa.

Í juli var økingin hjá 280 flogvallum í Europa bara 2,2 prosent, sum er minsti vøkstur í fimm ár.

Tað er virkjasamskipanin Airports Council International (ACI), sum kannar tølini, skrivar NRK.

– Innanríkisferðslan í Europa er minkað við 1,5 prosentum, og tað kann merkja at vit síggja eina broyting, sum kemur av klimakreppuni, skrivar Jankovec í síni rapport sum júst er almannakunngjørd.

ACI sipar serliga til Svøríki og Danmark, men broytingar eru eisini við at henda millum flogkundar í Niðurlondum og Onglandi.

Niðurlendska flogfelagið KLM boðaði í síðstu viku frá at ein av dagligu fráferðunum millum Brússel og Amsterdam er við toki, og hevur ført eina lýsingaherferð har kundar verða eggjaðir til at "flúgva ábyrgdarfult".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo